Barnagarður í Kollafirði

Av býráðsfundi í Havn

TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ

Á býráðsfundinum hóskvøldið samtyki Tórshavnar býráð eisini uttan atkvøðugreiðslu at keypa eina hús í Kollafirði, sum skulu nýtast til barnagarð.
?Vanliga eru ráðgevandi nevndirnar ógvuliga skeptiskar at tilmæla okkum at keypa sethús til barnagarð. Men í hesum førinum metti ein ráðgevandi nevnd, at húsini vóru ógvuliga væl egnaði til endamálið, sigur Jan Christiansen.
Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið báðar eru 153 m2. Afturat hesum er stórt øki rundanum húsini.
Kostnaðurin er 1,2 mió. Afturat hesum verður umleið ein millión nýtt til at gera húsini klár til barnagarð.
Umleið 25 børn fara at ganga í barnagarð í húsunum. Borgarstjórin metir, at hetta er væl sloppið í mun til kostnaðin fyri hvørt barnagarðspláss aðrastaðni í Havnini.