Barnagarður fyri 8,3 miljónir krónur

Byggingin av nýggja barnagarðinum á Toftum hevur gingið eftir ætlan, og í gjár varð boðið til almenna móttøku í nýggju og stásiligu hølunum.

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at hin gamli bygningurin, sum er gamla B68-húsið, er 343 fermetrar tilsamans, meðan hin nýggi bygningurin er 370 fermetrar í tveimum hæddum. Í fyrstu atløgu er tann ovara hæddin innrættað, sum hevur tríggjar stovur við plássi fyri 18 børnum í hvørjari. Við útbyggingini er pláss fyri tilsamans 90 børnum í barnagarðinum.

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur projekterað og hevur havt eftirlit við byggingini.

- Útgrevsturin, sum Vestcon gjørdi, byrjaði seint á heysti 2010. Síðan varð farið undir betongarbeiðið, sum Jan Mohr o. fl. gjørdu. Timburarbeiðið er gjørt av KBH.

Súni í Hjøllum vísir á, at samlaði kostnaðuri fyri hesi arbeiði við innbúgvi og øðrum er slakar 8,3 miljónir krónur.

- Øll hesi arbeiði er væl úr hondum greidd, og til almennu móttøkuna kundi bygdaráðið saman við starvsfólki og teimum mongu, sum vóru til staðar, fegnast um snotuliga bygningin, sigur Súni í Hjøllum.

Hann leggur aftrat, at stórur tørvur hevur verið á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ræður um at menna kommununa til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur.

- Kommunan er annars rættiliga væl útbygd á flest øllum økjum. Seinastu stóru íløgurnar í nýggjan skúla og barnagarð eiga at gera, at vit av røttum kunnu bjóða fólki at seta búgv í okkara kommunu.

Varaborgarstjórin vísir á, at kommunan hevur umleið 25 grundøki tøk, sum eru gjørd byggibúgvin.

- So, fólk eru hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu, har barnagarðurin er bygdur beint við eitt stórt ítróttarøki, samstundis sum vit eru beint við sera vakra náttúru, sigur Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri.