Barnagarðsverkætlan útsett

Er tað nøkur beinleiðis ætlan at byggja fleiri vøggustovur/barnagarðar í Havn?
- Býráðið arbeiðir við eini verkætlan at byggja nýggjan dagstovn í Hoyvíkshaganum, hetta er í íløguætlanini hjá kommununi, men fíggjarvánirnar beint nú gera, at hendan verkætlan er útsett nakað.

Er nøkur ætlan at økja um vøggustovuplássini?

- Vit laga allatíðina dagstovnaøkið til broyttan tørv, tvs. har tað ber til, verður lutfallið millum barnagarðspláss og vøggustovupláss broytt til tørvin. Tórshavnar kommuna hevur eisini eina vælvirkandi, fleksibla dagrøktarskipan, sum eisini verður lagað til skiftandi tørv.


Eftirsum tað er so torført hjá innflytarum at fáa pláss, tá tey flyta til Havnina - ber tað ikki til at broyta reglarnar, so at ein kann stilla seg á bíðilistan eitt ár áðrenn flutt verður heim ella líknandi?

? Í dag ber til at skriva seg upp á bíðilistan 1/2 ár áðrenn barnið flytur til landið, men barnið fær ikki boðið pláss, fyrr enn bústaðurin er í Tórshavnar kommunu.