Leiðarin í barnagarðinum í Skopun er uppsagdur, og tað sama er hent við einum øðrum starvsfólki í barnagarðinum.
Sandoyarportalurin skrivar, at leiðarin nú eitt skifti hevur verið í sjúkrafarloyvi, men ikki so leingi sum í 120 dagar. Tá ið fólk hava verið í sjúkrafarloyvi í 120 dagar, kunnu tey sigast úr starvi.
Tað hevur enn ikki eydnast Rás 2 at fáa at vita, hví leiðarin og eitt starvsfólk aftrat eru søgd úr starvi.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri sigur seg bara ikki hava nakrar viðmerkingar um málið.
Barnagarðurin í Skopun verður annars fýra ár leygardagin.