Barnagarðslóg uttan pedagogar

Ein barnagarðslóg verður í løtuni fyrireikað, men Føroya Pedagogfelag er ikki eftirspurt í arbeiðinum. Og tað heldur forkvinnan í felagnum vera løgið.

- Eg kundi hugsað mær at vita, hvør ráðgevin hjá landsstýriskvinnuni er, um tað ikki eru vit, sigur Carita Björklund

Føroya Pedagogfelag vil fegið hava at vita, hvussu Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, við nýggju føroysku barnagarðslógini, ið er á veg, ætlar at tryggja børnunum mennandi tilboð, góðar karmar og dygd. Tískil lýsir felagið í hesum døgum í stórum heilsíðulýsingum í bløðunum við nøkrum spurningum, ið eru sera áhugaverdir og viðkomandi í sambandi við lóggávuna.

- Endamálið við lýsingini er at fáa í lag eitt orðaskifti um viðurskifti hjá børnum. Talan er um at gera eina lóggávu og vit vita øll, at lógir verða ikki broyttar so hissini, fyrst tær eru samtyktar. Fyri at nýggja føroyska barnagarðslógin verður so góð sum møguligt, mugu vit hava eitt orðaskifti um hana. Vit fara inn í eina nýggja øld um stutta tíð og lógin skal fevna um komandi ættarlið, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.


Ikki eftirspurd

Hóast Føroya Pedagogfelag varar av teim nógvu hundrað starvsfólkunum, ið hvønn dag eru um tey nógvu hundrað dagstovnabørnini kring landið, veit felagið lítið og einki um arbeiðið við at gera nýggju lógina. Tað kann tykjast ikki sørt løgið, tá ið hugsað verður um, at arbeiðsbólkar dag og dagliga verða settir at viðgera, útgreina og gera tilmæli um hetta og hatta, og at hesir bólkar altíð eru mannaðir við fólki, ið vara av økinum.

- Felagið og nakrir pedagogar hava verið til hoyringar í Almanna- og heilsumálastýrinum ein dag. Hetta ásetir fyrisitingarlógin. Eg veit í grundini ikki, hvussu arbeiðið við at gera lógina verður skipað, men eg havi frætt, at tá ið arbeiðið er liðugt, fáa vit tað til ummælis. Vit halda sjálvsagt, at tað als ikki er nøktandi. Tá ið ein lóg verður smíðað, er neyðugt at brúka ta tíð, sum er neyðug fyri at fáa hana nóg góða. Somuleiðis er umráðandi, at serfrøðingar eru við, uttan mun til, hvørja lóggávu vit tosa um. Tá ið skúlalógir verða gjørdar, eru lærarar við, tá ið búskaparlógir verða gjørdar, eru búskaparfrøðingar við, og tí eiga pedagogar sjálvandi at vera við at gera eina barnagarðslóg.

- Mær kunnugt er ætlanin at lógin skal koma í gildi 1. januar, og tí kundi eg hugsað mær at fingið at vita frá Helenu Dam á Neystabø, hvør hennara ráðgevi er, um tað ikki eru vit.


Stórt ynski

Í áður nevndu lýsing hjá Føroya Pedagogfelag, verður víst á viðurskifti, ið tryggja børnum eina góða barnagarðslóggávu og ein góðan barnagarðsdag.

- Tað er sera umráðandi, at nýggja lógin tekur hesi viðurskifti til eftirtektar. Eg stúri fyri, at fleiri mál verða tvinnað saman, tá ið lógin verður smíðað. Eitt nú at hugsað verður fíggjarkarmin og at fyrilit verða tikin, um økið verður lagt út til kommunurnar. Tað hevur verið eitt stórt ynski frá Føroya Pedagogfelag í fleiri ár at fáa eina barnagarðslóggávu, vit hava sjálv arbeitt við málinum í fleiri ár, og hava sett okkum í samband við landsstýrið hesum viðvíkjandi. Tveir mánaðir eru eftir av árinum til lógin eftir øllum at døma skal í gildi, og tað er at skunda sær ov nógv í einum so týdningarmiklum arbeiði.

Tá ið tað av fyrstan tíð hoyrdist, at ein føroysk barnagarðslóggáva skuldi gerast, var uppá tal, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at gera eitt álit. Men hóast Føroya Pedagogfelag síðan hevur heitt á Almanna- og heilsumálastýrið, er einki frætt um arbeiðsbólkin. Vit royndu at fáa ein viðmerking frá Aibritt á Plógv, fyrisitingarstjóra í Almanna- og heilsumálastýrinum, ígjár, um hvussu arbeiðið við lóggávuni er lagt til rættis, men hon var upptikin á fundin allan dagin.