Føroya Pedagogfelag metir, at tað er ymiskt, sum vantar í uppskotinum til barnagarðslóg, sum kemur til fyrstuviðgerð í Løgtinginum í dag.
- Tað stendur bert, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving og at hann setir fólk. Tað meta vit er eitt stig aftureftir, sigur Carita Bjørklund, forkvinna í Pedagogfelagnum.
- Tað minsta er, at tann normeringslykil, sum nú er, er staðfestur í lógini, men tað er hann ikki, sigur Carita Bjørklund, sum vísir á aðrar lógir, ið hava við hvør eigur at starvast á økinum. T.d. manningarlógina og eisini í samband við fólkaskúlan er viðmerkt, at lærarar starvast har.
Pedagogfelagið er hoyrt í samband við lógarsmíðið, og hevur fingið loyvi at senda viðmerkingar. Felagið heldur eisini vera týdningarmikið at staðfesta samráðingarrættin, nú økið verður lagt út til kommunurnar at hava ábyrgd av.
- Skal ein fara út til kommunurnar hvør sær? Her má tryggjast, at arbeiðskorini verða líka fyri øll starvsfólk, sigur Carita Bjørklund.
Hon fegnast um, at slík lóg kemur, so ein tryggjar børnum líka rættindi, men hon ivast kanska í, um tað er rætt at leggja lógaruppskot fram í samband við, at málsøkið verður lagt út til kommunurnar. Men lógin er vælkomin, tí ikki eingang í Danmark er slík lóg.
- Tað er vónleyst, um kommunurnar hvør í sínum lag skulu gera reglugerðir. Kommunan hevur eftirlit, men endaligu ábyrgdina eigur landsstýrismaðurin at hava, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum.
Felagið vónar, at kjak kemur um uppskotið og at ymiskt verður broytt í uppskotinum. Felagið metir heldur ikki vera rætt og rímiligt, at nakrar kommunur fáa eyka útreiðslur av hesum og aðar meirinntøku.
- Nú skal eg vera varin við at siga ov nógv, men kanska hevði ein yvirgangsskipan verið rímulig. Er politiskur vilji fyri at leggja hetta út til kommunurnar, so er so lítið at gera við tað, men so má tað gerast skilagott, metir Carita Bjørklund.
Felagið gjørdi í fjør plakat, har sagt var, hvat felagið metti hava týdning í samband við barnagarðsøkið. Eintak av plakatini verður handað tingformanninum í dag klokkan 13:15.