Barnagarðsbørn ótu ivaleyst ikki rúseitur

Ein skótaleiðari hevur boða løgregluni frá, at hansara skótar høvdu havt náttarrenning, við einum banditta-tema, í økinum har trettam donsk barnagarðsbørn mánadagin ótu okkurt hvítt pulvur. Í hesum sambandi høvdu skótarnir havt posar við eplamjøli liggjandi í skóginum.

Pulvurið verður nú kannað hóast alt. Men løgreglan væntar ikki longur at talan er um rúseitur.
Øll tey 42 børnini úrbarnagarðinum Drivhuset í Farum endaðu á sjúkrahúsi til kanningar. Børnini funnu nakrar posar við hvítum pulvuri, meðan barnagarðurin var á útferð. Trettan av teimum høvdu smakkað á pulvurið, áðrenn nakar vaksin fekk steðgað teimum. Av fyrstan tíð var hildið, at talan var um kokain.  Einki av børnunum fekk mein, og tey eru øll útskrivaði.