Barnagarðsbørn eta ov ósunnt

Alt ov nógv sukur og ov lítið fullkorn og grønmeti. Tað er niðurstøðan í eini kostkanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt í dagstovnum kring landið. – Hugni á dagstovnunum eigur ikki at merkja tað sama sum køkur, vaflur og pannukøkur, sigur ein av kostfrøðingunum handan kanningina

Ein stórur partur av teimum føroysku børnunum eta ov ósunnan mat, tá tey verða ansað á dagstovnunum. Tað vísir ein kanning, sum kostfrøðingarnir Gyða í Gongini og Snorri Patursson hava gjørt fyri Fólkaheilsuráðið. Sambært kanningini fáa børnini alt ov nógv sukur og ikki nóg mikið av fullkornsvørum, tá tey eta millummála. Harafturat borðreiða fæstu dagstovnarnir grønmeti fyri børnunum.

- Tað er óheppið, at børnini fáa so nógv sukur á dagstovnunum, tí tað tekur plássið frá fullkornsvørum og grønmeti, sum mettar betur. Tað er vælsaktans heldur ikki uppgávan hjá almennum stovnum at geva børnunum “sukurbumbur” til millummála, sigur Snorri Patursson.


Sukurkvotan stýrast heimanfrá

Á meginpartinum av dagstovnunum, sum hava verið við í kanningini, verða ymisk sløg av køkum bakaðar til børnini.

- Fleiri av dagstovnunum borðreiða javnan við eitt nú pannukøkum, vaflum, køkum, sukurjogurt og tílíkum, sigur Snorri Patursson.

Hann leggur stóran dent á, at sukur ikki eigur at vera forboðið á dagstovnum, men ístaðin eigur nøgdin av sukri at verða tálmað.

- Almennu stovnarnir eiga at minka um sukurnýtsluna. Ikki forbjóða. Tað snýr seg um nøgdina og góðskuna á tí søtmetinum, sum børnini fáa, sigur Snorri Patursson.

Hann heldur tað vera týdningarmikið, at foreldur sjálvi kunnu stýra sukurnýtsluna hjá børnunum. Hetta skal ikki skiljast sum at børnini ikki kunnu halda føðingardagar við køku og øðrum søtum á dagstovnunum.

- Sjálvandi skulu tey hugna sær, tá føðingardagur er á stovuni. Men eg haldi, at tað sum heild er týdningarmikið, at børn læra at njóta tað søta, og at tað bert verður etið til serlig høvi, greiðir Snorri Patursson og leggur afturat:

- Ikki bert á dagstovnum men eisini aðrastaðni eiga vit at fara frá at seta hugna í samband við køkur og góðgæti, heldur Snorri Patursson.

- Tað er als ikki tí, at nú skulu frukt og grønmetisspjót gerast hvønn dag. Eg eri eisini vælvitandi um, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva. Tað snýr seg í stóran mun um vanar, og hvat vit sum vaksin eru von við.


Ov nógvir hvítir bollar

Sambært kanningini fylla fullkornsvørur ov lítið í føroysku dagstovnunum. Hetta hongur saman við, at børnini ofta ístaðin fáa okkurt søtt at eta.

- Trupulleikin er sum heild, at vit stimbra ov nógv tann søta smakkin í mun til hinar. Tað er alneyðugt at leggja dent á hetta, serliga tá hugsað verður um vaksandi trupulleikan við eitt nú ovurfiti og ikki minst diabetes, sigur Snorri Patursson.

- Kanningin vísir millum annað, at børnini á dagstovnunum javnan fáa bollar við hveitimjøli. Her hevði verið ynskiligt, at borðreitt bleiv við fullkornsbollum ístaðin, sigur Snorri Patursson og heldur fram:

- Endamálið við at eta millummála er at halda blóðsukrinum støðugt og samstundis metta. Og tá eru fullkornsvørur eitt gott val, sigur Snorri Patursson.

Ein av orsøkunum, til at máltíðirnar, sum dagstovnarnir borðreiða fyri børnunum, eiga at vera heilsugóðar, er, at maturin, sum barnið fær á stovni, kann ávirka matpakkan, sum barnið hevur við heimanfrá.

- Tað vísir seg, at fáa børnini eitt nú heilsugóðan millummála á dagstovninum, so kann tað eggja til heilsubetri val, tá foreldur gera matpakkar til børnini, sigur Snorri Patursson.


Grønmeti kann vera millummáli

Umframt stórar sukurmongdir og ov lítið fullkorn vísir kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, at børn eta ov lítið grønmeti, meðan tey eru á stovni. Og í tí liggur ein trupulleiki, tí ein stórur partur av gerandiskostinum hjá børnum verður etin, meðan tey eru á stovni.

- Vit vita, at tað, sum vit eta í barnaárunum, hevur ávirkan á, hvat vit eta sum vaksin. Grønmeti er ein týdningarmikil partur av teimum 8 kostráðunum, og eru fólk von við at eta grønmeti frá barnsbeini av, fara tey mest sannlíkt eisini at eta tað sum vaksin, greiðir Snorri Patursson frá.

Hann heldur, at ikki bert dagstovnarnir men eisini foreldur hava lyndi til at halda tað vera trupult og tíðarkrevjandi at skula borðreiða grønmeti fyri børnum.

- Tað er rættiliga harmiligt, at hugsunarhátturin er soleiðis, hvat í grønmeti viðvíkur, tí tað nýtist ikki at vera møðsamt. Gev barninum nøkur leys mais og grønertrar í einum koppi – tað er ein einfaldur og stuttligur máti at eta grønmeti. Tað snýr seg um at hugsa kreativt, sigur Snorri Patursson.

Sambært Snorra Patursson hevur kanningin staðfest, at matvanarnir á føroysku dagstovnunum kunnu gerast betri.

- Við kanningini hava vit sæð, at tørvur er á, at halda fram við hesum arbeiðinum, so at dagstovnarnir kring landið fáa ein felags leist, soleiðis at børnini fáa heilsugóðan mat, og dagstovnarnir fáa umstøður at menna heilsugóðar matvanar, sigur Snorri Patursson. Kanningin er send til almennu myndugleikarnar fyri at gera vart við matvanarnar á dagstovnunum.

- Vit halda, at dagstovnarnir eiga at brúka pening uppá heilsugóðan kost heldur enn køkur og annað søtt, sigur Snorri Patursson.




Nøkur av úrslitunum frá kanningini:


Millummáli:

• 21 av 21 bjóða millummála

• Frukt, cornflakes, havragrýn, rugfras, havragreyt, rísgreyt, grønmetisstavar, saltstengur, spagetti v. kettjup, bollar, rákost, brakbreyð, skorpur, rugbreyð, blakstampur (t.d. summarskál), budingur, pasta, søtt jogurt (jogurt við súltaðari frukt), reint jogurt, ovnkips og pulvursuppur, fruktsuppur, rosinur, keks (Kornmo, Kaptajn, rískeks, Tuc) og súrgaða mjólk

• 2 av 21 bjóða ovnkips til millummála

• 1 av 21 bjóða ovnbakaðar rótfruktir til millummála


Bakstur:

• 19 av 21 baka bollar hvørja viku

• 18 av 21 baka køkur

• 8 av 21: 1ferð um mánaðin, 3 av 21: 14. hvønn dag og 7 av 21: 1 ferð um vikuna

• 2 av 21 baka ikki køkur á stovninum



Grønmeti

• Gularøtur, agurkur, piparfruktir, hvítkál, blómkál, brokkoli, epli og ymiskar rótfruktir

• 1 av 21 bjóða ovnbakaðar rótfruktir til millummála

• 1 av 21 bjóða ovnbakað epli til millummála

• Flestallir nýttu einans gularøtur og agurkur 




Um kanningina:

Kostfrøðingarnir hjá Fólkaheilsuráðnum hava havt samrøður við stovnsleiðarar og starvsfólk á 21 dagstovnum í Sandoynni, Suðuroynni, Eysturoynni, Streymoynni og í Vágum. Endamálið við samrøðunum var at kanna, hvat stovnarnir bjóða børnunum til matna, og um tey nýta tey 8 kostráðini í teirra dagliga arbeiði. Harumframt góvu kostfrøðingarnir ráð og íblástur til heilsugóðan kost, ið fyrst og fremst gevur mettuna.

Samanumtikið fylgdu dagstovnarnir ikki almennu tilráðingunum, t.e. teimum 8 kostráðunum. Sum heild varð nýtt ov nógv sukur, ov lítið fullkorn og grønmeti í gerandisdegnum.

Tað er stórur tørvur og áhugi á dagstovnunum á at fáa íblástur, kunnleika og førleika til – á ein einfaldan og bíligan hátt – at bjóða børnunum heilsugóðan kost.




Góð ráð um mat og matvanar hjá børnum:

-Hugsa einfalt og legg teg eftir at raðfesta mat,korn, rótasløg og aðrar rávørur úr nærumhvørvinum,


-Keyp og et árstíðarinnar frukt og grønmeti. Við øðrum orðum føðsluríkari mat og mat, ið liggur leingi og væl á.


-Dømi uppá millummálar í eini viku:


* Fullkornsbakstur

* Ymiskt grønmeti

* Bakað rótasløg og/ella epli

* Blanda fruktfat og nøtur

* Súpan ella greytur