Barnagarð og ítróttarhøll fyri somu pengar

Í staðin fyri at byggjan ein barnagarð við vøggustovu og frítíðarskúla, umhugsar Sjóvar kommuna at brúka bygdarhúsið á Strondum til hetta endamál og byggja eina stóra ítróttarhøll fyri pengarnar, sum barnagarðurin annars hevði kostað

Ítróttarhøll

Í meira enn eitt ár hevur Sjóvar kommuna arbeitt við ætlanunum at byggja ein barnagarð við vøggustovu og frítíðarskúla til eini 80 børn í kommununi. Eitt skitsuprojekt er gjørt, men ivasamt er, um hetta nú verður loysnin, tá ið avtornar.
Sjóvar kommuna arbeiðir nevniliga við eini genialari loysn, har møguligt verður at fáa barnagarð og ítróttarhøll fyri ein prís, t.v.s. fyri somu pengar, sum ein barnagarður við vøggustovu og frítíðarskúla kostar.

Kanningar

Kommunan eigur bygdarhúsið á Strondum, og nú verða kanningar gjørdar, hvørt bygdarhúsið kann nýtast til børnini, soleiðis at sleppast kann undan at byggja fyri einar 10-15 milj. krónur.
- Um kanningin, sum EM-ráðgeving í Gøtu stendur fyri, vísir, at bygdarhúsið er egnað til børnini, kunnu vit í staðin byggja eina stóra ítróttarhøll fyri umleið somu pengar, sum ein nyggjur stovnur hevði kostað.
Eivind skjýtir uppá, at ein nýggj ítróttarhøll, sum er út við tvær ferðir so stór, sum aðrar hallir landinum, kostar einar 15 milj. krónur, men her er møguligt at søkja um 30% stuðul úr landskassanum.
- Tá hevði høllin kostað kommununi einar 11 milj. krónur, ið er umleið tað sama, sum barnagarðurin kann metast at kosta.
Eivind vísir á, at fer henda ætlan at eydnast, fær kommunan bæði barnagarð, vøggustovu, frítíðarskúla og ítróttarhøll fyri "ein"prís, sum hann tekur til.
Hann sigur, at bygdarhúsið er nógv størri enn ætlaði barnagarðurin, men enn veit kommunan ikki, hvussu væl hesi hølini eru egnað.
- Tað fer so hendan kanningin at vísa um einar einar 2-3 vikur, leggur hann aftrat.

Møguleikar

Eivind sigur, at fer Sjóvar kommuna at byggja eina stóra ítróttarhøll, fer hendan í fyrsta lagi at hýsa øllum teimum aktivitetum, sum eru í bygdarhúsinum í dag, umframt mongum øðrum, ið møguleikar verða fyri.
- Vit hugsa altso ikki um eina vanliga ítróttarhøll í stødd, men eina sum er nógv størri enn vanligt, helst tvær ferðir so stór, sum eitt nú ítróttarhøllin á Skála.
Hann ivast ikki í, at ein slík høll hevði verið nógv eftirspurd til stór tiltøk, eitt nú sølustevnur og annað, har plássið í vanligu hallunum viðhvørt er ov lítið.
- Høllin hevði eisini givið fólkinum og ikki minst ungdóminum her í økinum stórar og øktar møguleikar, sigur hann.
Bygdarráðsformaðurin heldur, at hugskotið er gott, men enn er ov tíðliga at siga, um tað kann fremjast í verki.
- Á henda hátt hevði kommunan í øllum førum fingið nógv meira fyri pengarnar, sigur Eivind Jacobsen.