Barnagarðarnir steingja

1450 børn í Havn sleppa ikki í barnagarð frá í morgin vegna verkfall

 

VERKFALL

Allir dagstovnarnir og frítíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu

fingu mánadagin og týsdagin boð frá býráðsumsitingini um at lata aftur frá hósdegnum at rokna. Vaskað hevur ikki verið á nøkrum stovni síðani fríggjadagin. Tað er Katrin Petersen, samskipari á dagstovnaøkinum í býráðsumsitingini, sum hevur givið stovnunum boðini.

- Tað er í samráð við landslæknan, sum er hægsti heilsumyndugleikin, at avgerð er tikin um at lata aftur. Stovnarnir kunnu hava opið í tveir dagar uttan at vaskað verður. Tað er serliga hjá teim smæstu, at smittuvandin er størstur, tí tey eru nógv á gólvinum, sigur Katrin Petersen.

Talan er um 28 barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar, sum lata aftur í morgin. Her ganga tilsamans 1450 børn.


Fakligir dagar

Í Drotning Ingridar barnagarði í Havn fingu foreldrini at teimum 60 børnunum boðini mánadagin, at stovnurin letur aftur.

- Øll foreldur skilja, at vit mugu lata aftur, tá ið tað ikki verður vaskað. Hóast vit taka tað ringasta upp úr gólvinum, so er skitið eftir tveir dagar, sigur Jórun Splidt, leiðari.

Sama støða er í dagstovninum á Argjum. Har eru 72 børn og 20 starvsfólk. Gudrun V. Rasmussen, leiðari, ætlar kortini ikki at sita hendur í favn til vaskifólkið fer aftur til arbeiðis. Frá hósdegnum skipar hon fyri fakligum døgum á stovninum.

- Tað er aldri tíð til fakligt arbeiði vanligar dagar. So vit fara at taka endamálsorðingina fyri stovnin upp at venda og okkurt annað eisini.

Aðrir stovnar kring landið hava longu latið aftur, men í Klaksvík ávirkar verkfallið ikki.

- Vit hava ikki givið okkum far um, at tað bara eru stovnarnir her sum ikki lata aftur. Gerandisdagurin er púra óávirkaður av verkfallinum, burtursæð frá, at tað er ringt at fáa fatur á mjólk, sigur Súsanna Ziska, varaleiðari í Drotning Margrethu barnagarði.