Barnagarðar í politiskari klemmu

Havi lagt til merkis, at alt verður ikki sagt í málinum um teir báðar barnagarðarnar, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at leiga frá byggimeistarum.

 

Jógvan Arge

býráðslimur

???????????


Havi lagt til merkis, at alt verður ikki sagt í málinum um teir báðar barnagarðarnar, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at leiga frá byggimeistarum. Málið um tey seks innkomnu tilboðini hevur verið til støðutakan í mentamálanevndini tann 19. september, og á tí fundinum gjørdi nevndin eina samtykt, sum síðani skuldi leggjast fyri býráðið.

Meirilutin í nevndini, sum eru samgongulimirnir Heðin Mortensen, Bjarti Mohr og Beate L. Samuelsen, samtykti eftir tilmæli frá einum bólki av embætisfólkum hjá kommununi, sum hevði mett um tilboðini, at taka av einum tilboð frá Sp/f Høgna Mikkelsen, tí at hetta tilboð skuldi vera eitt vet bíligari enn eitt tilboð, sum Sp/f Búsetur hevur latið inn.

Minnilutin í nevndini, eg sjálvur og Elin Lindenskov, tók ikki undir við hesum tilmæli. Vit skutu upp at taka við tilboðnum frá Sp/f Búsetur, tí at arkitektururin og innrættingin var betri í hesum tilboðnum. Vit mettu, at tann evarska lítli kostnaðarmunurin, sum metingarbólkinum hevði roknað seg fram til yvir 15 ár, ríkiliga verður uppvigaður av teimum trivnaðarligu fyrimunum, sum eru í tilboðnum frá Sp/f Búsetri.

Meirilutin tók ikki undir við okkara sjónarmiðum, men samtykti at koyra tilboðið frá Sp/f Høgna Mikkelsen ígjøgnum. Ikki fyrrenn eftir fundin í mentamálanevndini er tilfarið um barnagarðarnar sent til grannskoðarar og advokatar at viðgera. Vit í minnilutanum vita ikki reiðiliga, hvat endamálið er við hesi eyka viðgerð, men vit hava loyvi at gera okkum okkara tankar.