Barnagarðar

Í barnagarði ynski eg, at sleppa at ganga beinan veg, men har er ikki pláss fyri mær, so eg kann ikki fylgjast við tær!

Tórhallur Áslaksson

valevni Tjóðveldisflokksins




Orðini sang Hjørdis Johansen fyri nógvum árum síðani, men sangurin er framvegis líka aktuellur, ella uppaftur meira aktuellur í dag.

Foreldur vilja hava fleiri barnagarðar, kommunan roynir at loysa plásstrotið, landsstýrið vil bert lata kommununa gerða íløgur fyri eitt ávíst krónutal og sjálvt um Tórshavnar býráð, undir leiðslu tjóðveldisfloksins, hevur økt talið á ansingarplássum við 400, eru 400 børn í sama tíðarskeiði komin afturat á bíðilistan.

Er hettar skrúvan uttan enda ella hvat?

Hvussu kann býráðið útvega nokk av ansingarplássum, kann býráði gerða hettar einsamalt ella eru fleiri ið skulu verða felags um at útvega ansingarplássini. Sjálvur haldi eg tað verða gott hugskot at størri arbeiðspláss ella samtøk fáa loyvi at gerða barnagarðar, men Tórshavnar býráð má hava umsjón og eftirlit við at hølisviðurskifti og pedagogiska innihaldið eru á tí støði hesi eiga at verða.

Set tí X við eitt av valevnunum á lista E, t.d meg