Hóast Fugloyar kommuna stendur ovast á listanum hjá Taks sum tann kommunan, sum letur mestan barnafrádrátt, so er kommunan helst tann, sum hevur minstu útreiðslur til børnini. Tí sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, so er bara ein persónur í Fugloyar kommunu undir 18 ár – og er hesin pr 31. deseber 2016 16 ára gamal.
Kvívíkar kommuna stendur niðast á listanum sum tann kommunan, sum letur minst í barnafrádrátti. Men her skulu vit eisini hava í huga, at Kvívíkar kommuna – sum einasta kommuna í landinum, hevur púra ókeypis barnaansing.
Tórshavnar kommuna hevur til dømis systkinaavsláttur í síni barnaansingarskipan soleiðis, tú rindar bara fyri eitt barn. Har rindar tú fyri dýrast ansingarplássið. Hevur tú onnur børn í barnaansingarskipanini hjá Tórshavnar kommunu, so rindar tú ikki fyri tey.
Listin hjá Taks yvir barnafrádráttin í teimum 29 kommununum sær soleiðis út:
| 2017 | Barnafrádráttur |
1 | Fugloyar | 10.000 |
2 | Sands | 8.500 |
3 | Skúvoyar | 8.000 |
4 | Tórshavnar | 8.000 |
5 | Eiðis | 7.500 |
6 | Eystur | 7.500 |
7 | Kunoyar | 7.000 |
8 | Fámjins | 7.000 |
9 | Hvannasunds | 7.000 |
10 | Porkeris | 7.000 |
11 | Sumbiar | 6.500 |
12 | Hvalbiar | 6.500 |
13 | Viðareiðis | 6.500 |
14 | Fuglafjarðar | 6.500 |
15 | Hovs | 6.000 |
16 | Sjóvar | 6.000 |
17 | Skálavíkar | 6.000 |
18 | Skopunar | 6.000 |
19 | Klaksvíkar | 5.500 |
20 | Sørvágs | 5.500 |
21 | Vága | 5.500 |
22 | Nes | 5.000 |
23 | Húsavíkar | 5.000 |
24 | Sunda | 5.000 |
25 | Vestmanna | 5.000 |
26 | Tvøroyrar | 5.000 |
27 | Runavíkar | 5.000 |
28 | Vágs | 4.500 |
29 | Kvívíkar | 4.000 |
|
|
|
| Hægsta | 10.000 |
| Meðal | 6.682 |
| Lægsta | 4.000 |









