Barnafestivalur verður í morgin

Tað er nógv lív í Margarinfabrikkini í dag, har starvsfólk gera klárt til ársins barnafestival. Í hvørjum rúmi dansa og syngja børn, sum skulu framføra á festivalinum. Tey, sum hava ognað sær atgongumerki, hava tískil fingið eina lítla dansisýning aftur við keypinum.

Í ár leggur barnafestivalurin serliga dent á familjuhugnan. Fleiri føroyskar framførslur eru til børnini, og nógv er, sum børnini kunnu royna, eitt nú ponyríðing og lyftina í brandbilinum.

Skráin er samansett, so allur dagurin er fullur av undirhaldi heldur enn ein stór konsert. Tey vældámdu økini, sum andlitsmáling, søgukafé og smábarnaøkið, eru eisini í ár og tann stóri pallurin í Grasagarði.

Stóra sýningin við Sirkus Flik Flak frá DK er í kommunuskúlagarðinum, har eisini ein opin pallur er fyri øll tey, sum hava eitt serligt talent.

Sum nakað heilt nýtt er eisini ein sýning við ymiskum hundum, sum bæði gera kynstur og dansa.

Barnafestivalurin bjóðar øllum børnum í Føroyum til ein minnisríkan dag við skemti, tónleiki, dansi og nógvum hugna.

Atgongumerkini á 100 krónur fyri vaksin og børn eru at fáa í Margarinfabrikkini og Tutl, og leygardagin er sølan við dyrnar kokkan 11.

Skráin fyri barnafestivalin kann lesast á www.fabrikkin.fo