5. juli verður stórur barnafestivalur í Grasagarði í Havn. Umframt pallin og grasvøllin í Grasagarði er ætlanin at brúka allar krókar, sum finnast á økinum. Á smábarnaøkinum verður fult av spannum, spakum, gravimaskinum, rusjibanum, sandkassum við meira. Nósi kemur at vitja við ballónum, og hann hevur eisini sína egnu hoppiborg við, sum børnini sleppa at royna. Í niðastu hæddini í Tilhaldinum verður Kafé, og eisini verður málningaframsýning av verkum, sum børnini í Myndlistaverkstaðnum í Margarinfabrikkini hava gjørt. Í Kreativa verkstaðnum verður møguleiki at gera prýðislutir, tekna, fáa andlitið mála og flætta hár. Á Grillstaðnum fáast pylsur og sneisadrýlar, og í sølubúðini, sum verður uttan fyri Tilhaldið, verður søla av pannukøkum, slush-ice, milkshake, candyfloss, poppkorn, soft-ice og øðrum. Um kvøldið verður barna- og ungdómskonsert á pallinum í Grasagarði. Teir tríggir bólkarnir, ið fara at framføra, eru úr Margarinfabrikkini, punk/rock bólkurin A25 við Halli Thomsen frá Talent og Nicolai Kielstrup, (Dk), sum hevur vunnið MGP– Danmark.