Við Gøtugjógv: Barnagarðurin við Gøtugjógv skipar í dag saman við barnagørðunum í Fuglafirði og Runavík fyi barnafagnaði í fimleikarhøllini í skúlanum við Gøtugjógv. Tiltakið byrjar á middegi og heldur fam til klokkan 16.oo seinnapartin. Endamálið við tiltakinum er, at børnini fáa høvi at royna sansirnar.
Ymiskt forvitnisligt, sum børnini hava gjørt og vant, verður at síggja og hoyra.
Børnini við Gøtugjógv fara at vera trøll í dag. Soleiðis meira ella minni, siga tey í barnagarðnum. Børnini hava síðan í vár arbeitt við at gera eitt trøllahelli, har til ber at koma inn og royna sansirnar. Við Gøtugjógv siga tey, at tey vænta vitjan av onkrum smátrøllum, sum hava lovað at koma í hellið í hjá teimum í dag. Og trøllabørn eru rættiliga fitt, frætta vit.
Eisini fara børnini at siga søgur um trøll og tílíkt, sum hevur við trøll at gera. Syngja skjaldur og vísur um millum annað føroysk húsdjór. Alt slíkt, tey hava lært og arbeitt við, meðan tey hava verið í barnagarðinum.
Ein pallur verður settur upp, har børnini fara at framføra tað, tey hava lært í barnagarðinum. Framførslur verða hvønn tíma, meðan opið er. Klokkan 13.oo fara børn úr dagstovninum í Fuglafirði á pallin. Klokkan 14.oo verða tað børnini úr barnagarðinum í Runavík, meðan tey, sum ganga við Gøtugjógv verða at síggja og hoyra klokkan 15.oo.
Í barnagarðinum við Gøtugjógv siga tey, at møguligt verður at fáa myndir tiknar av børnunum. Fotografur verður í fimleikarhøllini.
Eisini verður loppumarknaður við klæðum, leikum og øðrum á barnafagnaðinum, umframt at kaffi, te, køkur, bollar og pylsur verða at fáa til keyps.
Og so kann tað eisini vera, siga tey, at okkurt óvæntað fer at henda.
Fyrireikararnir biða heilsa og siga, at tað kostar einki at koma til barnafagnaðin í fimleikarhøllini við Gøtugjógv í dag.










