Leygarkvøldið 5. apríl verður stórt barnadiskotek í Dansistovuni í Sørvági frá kl. 19-22.30. Skipað verður fyri ymsum kappingum hetta kvøldið - so sum limbo og stoppdansur.
Møguleiki verður eisini fyri at keypa sær eina sodavatn, ein toast ella annað leskiligt.
Kostnaðurin verður 50 kr. og aldursmarkið er 3.-7. flokk.
Flokkurin 1.b úr Studentaskúlanum í Hoydølum skipar fyri tiltakinum.