Barnadiskotek í Hoydølum

Ein flokkur í Hoydølum bjóðar fríggjakvøldið til barnadiskotek í studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Fyrireikarar siga, at á skránni verður tónleikur til børnini, tað verður limbokapping, stólakapping, karaokekapping og dansikapping á skránni.

 

Tiltakið byrjar kl. 19:00 og endar á midnátt.