Endamálið við síðuni er fyrst og fremst at gera tað lættari hjá sjúklingum og foreldrum at samskifta við starvsfólkið, men eisini at kunna um hvat fer fram á deildini Í fyrstuni verður teldupostskipanin skipað soleiðis, at tá ein skrivar til barnadeildina, fara boðini til barnalæknaskrivaran, sum kann maila svar aftur upp á praktiskar spurningar viðvíkjandi innlegging, umsóknum, reseptum osfr.
Við núverandi læknamanning ber tað tíverri ikki til at bjóða fólki at skriva beinleiðis til barnalæknarnar, og allar kanningar og innleggingar á barnadeildini krevja framvegis ávísan frá vakt- ella kommunulækna.
Umframt ymisk hagtøl og praktiskar upplýsingar um deildina, er eisini møguleiki at heinta faldarar um vanligar sjúkur hjá børnum og eitt myndasavn, har til ber at síggja myndir av børnum og starvsfólkum.
Sí meira á www.barnadeildin.fo









