Barnadansurin byrjar aftur

   

Í vetur verður aftur skipað fyri Barnadansi í Norðurlandahúsinum og er hetta 20. árið á rað og harvið drúgvasta tiltakið í søgu húsins.
Byrjað verður fríggjakvøldið 10. oktober kl. 20.00
Endamálið við hesum tiltaki er at læra børnini kvæðaskap okkara og harvið kveikja teirra áhuga og varveita kvæðini, sum ein livandi part av mentan okkara.
Tað er Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið, sum øll tjúgu árini hava skipað fyri barnadansinum í dansistovuni í Norðurlandahúsinum.
Vónandi møta børn og foreldur fjølment upp.