Barnadansur í tjúgu ár

Javngamalt við Norðurlandahúsið er tiltakið Brnadansur, sum í kvøld byrjar fyri tjúgunda árið á rað. Hetta er drúgvasta samanhangandi tiltakið í Norðurlandahúsinum

Enn ein dansivetur við barnadansi í Norðurlandahúsinum byrjar nú aftur.
Eins og alt annað verður føroyskur dansur lærdur best frá barni av. Tað hava Norðurlandahúsið og Dansifelagið í Havn sanna og skipa nú á 20. ári á rað fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum.
Í kvøld klokkan 20 byrjar barnadansurin í Norðurlandahúsinum aftur fyri veturin, sum hann hvur gjørt øll hesi 20 árini. Barnadansurin, sum Norðurlandahúsið og Dansifelagið hava skipað fyri øll hesi 20 árini, er drúgvasta tiltakið í søgu Norðurlandahúsins.
Kvæðini og føroyski dansurin eru berandi partur í mentan okkara, og endamálið við barnadansinum í Norðurlandahúsinum er at læra børnini kvæðini og kvøðing og soleiðis at menna áhuga teirra fyri dansi og kvøðing sum livandi parti av føroyskari mentan.
Norðurlandahúsið heitir á børn og foreldur um at møta Fjølment til dansin í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 20.