Barnadansistevna verður í Havn í morgin

Klokkan 10 í morgin byrjar Barnadansistevnan í Norðurlandahúsinum í Havn. Stevnan varir til klokkan 15.

Fyrrapartin verða útferðir gjørdar í miðbýnum í Havn.

Rasmus Joensen frá "Sláið Ring" fegnast um undirtøkuna Barnadansistevnan hevur fingið, síðani tey byrjaðu við hesum tiltakinum fyri 10 árum síðani. - Rasmus Joensen heldur avgjørt, at hesar stevnurnar hava gjørt sítt til, at tann føroyski dansurin stendur nógv sterkari millum tey ungu í dag.

Rasmus Joensen vitjaði morgunsendingina hjá Rás2 í morgun. Tað ber til at hoyra samrøðuna við Rasmus Joensen undir greinini.