Barnadansistevna verður í Hósvík

Barnalandsdansistevnan í ár verður hildin leygardagin 11. februar í Bygdarhúsinum í Hósvík. Norðstreymoyar Dansifelag skipar fyri.

Dansað verður frá kl. 10 til kl. 14.30.

Kl. 10 er móttøka, har boðið verður vælkomin. Síðan dansa øll í umleið ein hálvan tíma. Eftir hetta verður dansað í bólkum. Hvør bólkur er á gólvinum í ein hálvan tíma. Í meðan verður skipað fyri bussferðum fyri hinum. Frásøgufólk vera við, sum greiða børnunum frá ymiskum spenn- og áhugaverdum í norðurstreymoy.

Um middagsleitið verður døgurði.

Seinasta freist hjá dansifeløgunum at melda seg til stevnuna er 31. Januar á tel. 422217.

Tey, sum hava spurningar, kunnu ringja til Olav Schneider, tel. 422217, í Hósvík, boðar Norðstreymoyar Dansifelag frá.