Barnadansarar vitja í Nólsoy

Føroyskur dansur: Í kvøld fara omanfyri 60 ungir dansarar úr Norðoyggjum at vitja í Nólsoy.

Á Húsum, Viðareiði og í Klaksvík hava fleiri av ungu fólkunum sýnt stóran ans fyri føroyskum dansi.
Hesi børnini hava hitst av og á, og hava nú avgjørt at fara saman á hesa ferðina til Nólsoy. Tey koma aftur í morgin.
Í ferðalagnum eru 16 børn av Húsum, 20 av Viðareiði og 26 úr Klaksvík.