Leygardagin 4. september fer Ítróttasambandið fyri Brekað at skipa fyri einum barnadegi. Dagurin verður hildin í HBF-høllini í Gundadali.
Hesin dagur skal bera dám av ítrótti sum ítriv, ið øll kunnu vera við í. Øll børn og ung, sum hava okkurt brek, eru vælkomin saman við foreldrunum. Her verður høvi at royna seg í ymiskum ítrótti og spølum. Eisini verður høvi hjá bæði børnum og foreldrum at hoyra meiri um, hvørji tilboð ÍSB hevur til børn og ung.
ÍSB vónar, at nógv fara at taka undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag saman. Barnadagurin byrjar kl.10.30 og endar kl.13.30.