Barnaby, sum vit eisini kenna úr føroyskum sjónvarpi, gongur vanliga fyri seg í Midsomer í Onglandi, og hesi árini, røðin hevur verið í gongd, eru fleiri enn 300 fólk deyð í vakra landslagnum í og kring Midsomer.
Í parti nummar 100 er ein slóð til Keypmannahavnar, og í løtuni verða upptøkurnar gjørdar í Danmark. Umframt teir vanligu ensku sjónleikararnir hava eisini einstakir danskir sjónleikarar leiklut í hesum partinum, sum verður at síggja í sjónvarpi næsta ár.










