Flata kaninin hevur vind í seglunum ella rættari vind í drekanum .
Kanadiska forlagið Owlkids Books fer at geva bókina Fløtu kaninina hjá Bárði Oskarsson út í september, og longu nú eru tvey ummæli komin av bókini.
Fyrsta var í Booklist Online, sum er málgagn hjá American Library Association, og nú er næsta ummælið komið í Kirkus Reviews. bæði ummælini eru á einum máli um at hetta er ein góð bók, ið verd er at lesa og tosa um.
Harumframt hevur School Library Journal kosið hana at vera eina av villastu barnabókunum í 2014, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelag á síni heimasíðu.