Barnabati størri játtan

Játtanin til Barnabata økist úr 250 upp í 400 tkr. Í 2014

 

 

Landsfelagsskapurin Barnabati virkar fyri at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum í Føroyum. Barnabati rekur samstundis Tú & Eg ráðgevingina, sum hjálpir og vegleiðir børnum og ungum umvegis teldupost, kjatt og telefon, har har bæði brúkari og ráðgevi eru dulnevnd.

 

Almannaráðið skrivar, at seinastu fimm árini hevur Tú & Eg ráðgevingin hjálpt fleiri enn 3.000 børnum og ungum í Føroyum. Børn og ung venda sær til ráðgevingina við alskyns trupulleikum og ivamálum, m.a. kynslív, kroppur og heilsa, einsemi, sjálvskaðandi atferð, sjálvmorðstankar, happing og mangt annað. Tey, sum hava vent sær til ráðgevingina, siga, at ráðgevingin munar, stuðlar og hjálpir teimum, og tey vildu ikki verið henni fyri uttan.

 

- Seinasta árið hevur ráðgevingin ligið meira ella minni still. Royndirnar vísa, at neyðugt er at hava løntan samskipara, saman við sjálvbodnum ráðgevum, til Tú & Eg ráðgevingina. Fíggjarligt grundarlag fyri hesum verður tryggjað við hækkingini, skrivar Almannaráðið í tíðindaskrivinum.