- Nú 2015 stundar til, kunnu vit í Barnabata fegnast um eitt væleydna farið ár. Virksemið er fleirfalda og fleiri verkætlanir eru lagdar til rættis, skrivar aðalskrivari felagsins, Djóni Eidesgaard í nýggjársheilsanini frá Barnabata.
Líkt er til, at Barnabati fer at økja um virksemi í 2015, og Djóni Eidesgaard nevnir ítøkiliga, at ráðgevaratoymið hjá Tú & Eg Ráðgevingini verður víðkað, eins og at tað fer at vera longri opið, nærum tvífalt so leingi.
- Vit fara eisini at bjóða børnum og ungum hjálp umvegis SMS-ráðgeving, skrivar Djóni Eidesgaard.
- Vit fegnast eisini um, at barnarættindi støðugt fáa ein størri og størri leiklut í virkseminum innan stovnar og skúlagátt, og í løtuni eru útlitini góð fyri at rættindini eisini gerast partur av okkara fólkaskúlalóg, skrivar aðalskrivarin.
Í 2015 skal barnarættindasáttmálin hjá ST eftirmetast í føroyskum høpi, so hetta verður eitt spennandi og týdningarmikið ár hjá Barnabata.
- Vit vóna at arbeiði hjá Barnabata, við at hjálpa og bøta um kor, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum, fær framhaldandi góðan stuðul frá føroyingum og Føroyum í komandi ári, skrivar Djóni Eidesgaard at enda.