Barnabati manglar enn innsavnarar í høvuðsstaðarøkinum

Fólk í høvuðstaðarøkinum møtast á ymiskum lokalum støðum til innsavningina hjá Barnabata í dag Fólk sum vilja hjálpa til við innsavningini hjá Barnabata í Havn, á Argjum og í Hoyvik kunnu møta á ymiskum lokalum støðum í Suðurstreymoy.

 

Møtt verður á hesum støðum :

 

Tey sum skulu savna inn á Argjum, Norðasta Horni, og í tí ytra vesturbýnum kunnu melda seg til á Skúlaheiminum hjá Tekniska Skúla í Marknagili klokkan 15 í dag. Ytri vesturbýurin er Marknagilsvegur við síðugøtum, Velbastaðvegur við síðugøtum, Undir Fjalli, við Gráastein, Heimara Horn, Millum Horna, og so eisini býlingurin, sum millum manna verður nevndur ?Peterhead?.

 

Tey sum skulu savna inn í sjálvum miðbýnum, og í Vesturbýnum frá Svanga, Landavegi, Frælsinum og omaneftir skulu møta í Stephansons húsi á Kongabrúnni klokkan 15 í dag.

 

Tey sum skulu savna inn í eysturbýnum í Havn møta í hitamiðstøðuni í Tórsbyrgi við Fútalág klokkan 15 í dag.

 

Tey sum skulu savna inn økið Varðagøta við síðugøtum, Gundadal, Villingardalsvegin við síðugøtum, Sundsveg við síðugøtum, Berjabrekku og Blómubrekku skulu møta á Listasavni Føroya klokkan 15 í dag.

 

Barnabati vónar, at nógv fólk møta at savna inn.

 

Tað hevur gingið væl at manna innsavningarliðini uttanfyri Havnina, og nú manglar bara, at fólk í Havn, á Argjum og í Hoyvík traðka í karakter.