Barnabati og Facebook fara nú undir eitt samstarv, og tað er í sambandi við, at Barnabati ger nú eina roynd til at fáa Tú & Eg ráðgevingina til børn og ung í eina fasta legu.
Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, vil ikki útgreina samstarvið við Facebook í dag. Hann sigur, at neyvari upplýsingar um hetta samstarvið verða kunngjørdir á altjóða barnarættindadegnum, sum er mánadagin.
Men nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, greiðir Barnabati Fíggjarnendini hjá Løgtingunum frá, at endamálið við samstarvinum er at geva føroyskum børnum og ungum, ið brúka Facebook, møguleikan til, skjótt og lætt, at fáa hjálp frá frá barnabata, tá ið tørvur er á tí.
Men Barnabati sigur, at skal tað eydnast at fáa Tú & Eg Ráðgevingina á føtur, verður neyðugt at játtanin til Barnabata verður hækkað.
Ráðgevingin hevur havt eina ógvuliga umskiftiliga tilveru, tí at tað hevur gingið so illa at fáa fáa fígging til hana. Men Djóni Eidesgaard sigur, at tey árini, hon hevur virkað, hava tey fingið 800 - 900 áheitanir frá børnum og ungum um hjálp og ráðgeving, uttan at tey hava gjørt nakað serligt fyri at upplýsa um, at ráðgevingin yirhøvur er til.
Tí meta tey avgjørt, at tað er stórur tørvur á slíkari ráðgeving. Endamálið er, at børn og ung, sum hava eitthvørt at dragast við, altíð skulu hava eina ráðgeving tey kunnu venda sær til fyri at fáa hjálp.
Djóni Ejdesgaard vísir á, at børn og ung kunnu vera púra dulnend, tá ið tey venda sær til ráðgevingina og tey kunnu spyrja um alskyns viðurskifti, tey hava at dragast við, eisini trupulleikar, tey ikki ordiliga vilja tosa við foreldrini um.
– Tú & Eg Ráðgevingin verður eisini umrødd í skúlabókum og tað ger tað enn meira umráðandi at varðveita virksemið, sigur Barnabati í áheitanini til Fíggjarnevndini.
Barnabati sigur, at í fyrstu syftu fer telefonin at svara frá klokkan 10 til klokkan 15, men sum frálíður er endamálið at ráðgevingin skal vera opin allan sólarkringin.
Barnabati vísir á, at fíggjarligi tørvurin er 1,155 milliónir um árið, men játtanin á fíggjarlógini er 350.000 krónur, og sostatt mangla 805.000 krónur í, sigur Barnabati.