Barnabati

Ráðstevnan hjá Barnabata um kynsligan ágang móti børnum er av, men arbeiðssetningurin er ikki rokkin enn, tí á ráðstevnuni varð eftirlýst ein skipað mannagongd í sambandi við saksviðgerð í málum um kynsligan ágang móti børnum. Hendan mannagongd eigur at verða eins um alt landið.

  Barnabati fer tí í næstum at seta ein skjóttvirkandi arbeiðsbólk til at gera eitt tilmæli um eina tílíka skipan, sum so verður send út til hoyringar millum luttakararnar á ráðstevnuni og onnur áhugað.

  Niðurstøðan av hesum verður síðani send avvarðandi myndugleikum til viðgerðar.