Barnabók úr Sámalandi

 

Nú gevur Bókadeildin út nakað so forkunnugt sum eina søgu eftir ein sámiskan rithøvund. Bókin er til tey eitt sindur størru børnini og eitur Mítt løgna lív. Sera skemtiliga greiðir rithøvundurin Risti Sokki frá dronginum, sum ræðist reinsdjór, men sum tíbetur fær eina systur, sum als ongan ræðist. Mítt løgna lív vann í fjør kappingina í Sámalandi um at skriva nýggja barnabók.