Barnaansingin í Nólsoy

Leygardagin 11-9-1999 var móttøka fyri almenninginum í Nólsoyar kommunuala dagstovni, sum tá hevði virkað í eina viku. Ein av bygdaráðslimunum helt eina røðu, har hann gav til kennar, at her vóru øll krøv uppfylt.

Leygardagin 11-9-1999 var móttøka fyri almenninginum í Nólsoyar kommunuala dagstovni, sum tá hevði virkað í eina viku. Ein av bygdaráðslimunum helt eina røðu, har hann gav til kennar, at her vóru øll krøv uppfylt.

Eg kann ikki siga meg samda í hesum, tí eg seti nógv, nógv størri krøv til ein stovn, sum skal ansa børnum frá 0 - 9 ár í 12 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna. Eg meini, at tey foreldur, sum ofra so nógv á ?samfelagsaltarinum? hava eina serliga góða og munadygga barnaansing fyri neyðini, ið skal verða á einum slíkum støði, so allir borgarir føla tað trygt at brúka stovnin til síni børn, sum jú er tað dýrabarasta tey eiga á jørð.

Eg meini eisini, at tey starvsfólk, sum har skulu virka, hava tørv á serligum førleika, í og við, at tað snýr seg um mesta partin av barnsins vakna lívi í 5 dagar um vikuna.

Aftan á eina so djúpa depressión, sum hesum samfelag hevur verið fyri, við nógvum misbrúki og vantrivna til fylgju, má roknast við, at forledur eru, ið ikki megna at seta krøv fyri síni børn. Tískil áliggur tað kommununi ein serliga stór ábyrgd at gera eitt dygdargott arbeiði her.

Tað lítla barnið er samfelagsins stórsta tilfeingi. Eitt samfelag, sum ikki tekur sær væl av teimum smáu børnunum fær stórar trupulleikar seinni. Har meini eg við eitt ov høgt tal av óproduktivum borgarum, ið líða undir misbrúki, initiativloysi og manglandi áræði. Somuleiðis vánaligt innlit í kenslum hjá øðrum, sum aftur førir kriminalitet og vantrivna við sær.

Tað eru tey fyrstu 2-3 árini, at okkara persónligheit verður grundløgd, eitt grundarlag, sum byggjast skal á restina av lívinum, tað er 70 - 80 ár fram í tíðina. Tað er eisini í hesum allar fyrstu árunum í lívinum, at menningin av okkara førleika til at taka okkum av okkara børnum verður grundlagdur. Tann umsorgan man ikki fær her, fær ein torført við at geva víðari til næsta ættarliðið.

Fysisku rammurnar um dagstovnin í Nólsoy eru ikki nøktandi. Rúmið er í einum við eini faldihurð. Hetta er konfliktskapandi í sjálvum sær, tí t. d. 2 árs barnið hevur heilt onnur áhugamál enn tað 8 ára gamla. Aukustikkurin er sera ringur (hørð ljóð), liturin á rúminum virkar dapur og lítið mennandi, og bert nakrar fáar myndir, ið hingu alt ov ovaliga fyri barnaeygað. Vindeyguni eru so ovarliga, at smærru børnini als ikki síggja út. Sera lítið av leikum, eg sá als einkið mennandi til børn yvir 6 ár. Ein stórur talarastólur setur ein álvarsaman dám á rúmið, hoyrir ikki heima á dagstovni, men í heilt øðrum høpi. Bert plastik havastólar at sita á hjá børnunum (í 12 tímar um dagin). Bert eitt lítið sofaborð at sita rundan um. Bert eitt annað borð (køksborð), ein lítil, brúkt sofa í brúnum liti, bert ein einkult madrassa ca. 70 x 200 cm at hvíla seg á (í 12 tímar). Eingin góður stólur har starvsfólkið kann sita í longri tíð við einum barni. Alt í alt sera óheimligt og minti mest um sjónvarpsmyndir av stovnum úr Eysturevropu. Puslirúmið hevði als einkið príðið sum tað lítla eygað kann festa seg á.

Heldur einkið bleiv nevnt um tað innihaldsliga (málsetningin) við stovninum, hvørja menning børnini ætlast at fáa, og hvussu arbeiðast skal við hesum. Tí má eg óttast fyri, at eingin pedagogiskur málsetningur er. Hvat við teimum børnunum, sum hava serligan tørv? Hvar flóta tey í hesum samanhangi? Sum medmenniskja og skattaborgari vil eg fegin vita hetta. Starvsfólkanormeringin er góð. 4 starvsfólk til 7 børn, harav starvsfólkini eiga tey 3. Eftir í bygdini eru 8 - 9 børn, hvørs foreldur hava valt ikki at gera brúk av barnaansingartilboðnum hjá Nólsoyar Kommunu. Ikki tí tey ikki hava ein tørv.

Eingin almenn lýsing hevur verið í bløðunum eftir leiðara til stovnin, men bert ein lepi undir ?Mikkjalsveggi? (kommunala kunningartalvan), har minst sannlíkt er at nakar skikkaður pedagogur fær eyga á lýsingina. Í mínari verð er neyðugt við vælskikkaðum fólki við pedagogiskari útbúgving til ein stovn, sum skal ansa børnum í upp til 12 tímar um dagin í 5 dagar um vikuna. Havast má í huga, at tá í ?Ritan? er farin á morgni eru børnini heilt avskorin frá foreldrunum, um okkurt skuldi borist á.

Alt í alt stendur hetta í stórari andsøgn til tann sera góða barnaskúlan, sum kommunan rekur við vistfrøðiligum innihaldi á sera høgum støði. Í øllum hesum søknist eg eftir nøkrum yvirornaðum málum fyri barnaansing í føroyum við umhvørvisligum og fakligum innihaldi, tvs. nøkur kriterii, sum tryggja børnunum eitt minstamark av góðsku.

Hvønn politikk hevur Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum á barnaansingarøkinum?

Føroyar eru ein fáment tjóð, vit hava als ikki ráð at missa ein einasta vælfungerandi borgara. Jú fleiri, ið koma væl undan tess betri eru vit før fyri at taka okkum av teimum, ið eru við skerdan lut og tess betri eru vit før fyri at menna okkara framtíðarsamfelag, sum sær út til at fara at seta stór krøv til borgararnar.


Nólsoy 15. September

Petrica Christiansen