Barnaansingin fer við tí mesta

Tórshavnar kommuna hevur lagt sína fíggjarætlan fyri 2003. Barnaansingin er stóra kontoin hjá kommununi næsta ár við samanlagt 129 mió. Komandi ár javnvigar fíggjarætlanin hjá Tórshavnar býráð við 438 milliónum

FÍGGJARÆTLAN

Mánadagin 21. oktober var aftur býráðsfundur á skránni í Tórshavnar býráð. Hesin var ein av teimum eyka býráðsfundunum, sum skulu til, tá okkurt serligt er á skránni. Hesaferð skuldi fíggjarætlanin fyri 2003 samtykjast.
Tað er synd at siga, at hesir býráðsfundir hava nakran almennan áhuga. Útsenda umboðið sat einsamalt á áhoyraraplássunum og kundu fylgja við leikinum.
Á býráðsfundi hetta kvøldið vóru 11 av teimum trettan býráðslimunum. Bjarki Mohr, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, og Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin, vóru ikki á fundinum. Afturat teimum hevur Jákup Suni Joensen fingið játtað farloyvi, og varamaður hansara, Páll Petersen, tekur sæti í býráðnum. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Páll Petersen er í býráðnum. Hann er valdur í býráðið fleiri ferðir, og hann hevur eisini snádda til virksemið hjá býráðnum í ár sum varamaður fyri Bjarka Mohr.
Í Tórshavnar býráð er ein meiriluti og ein minniluti. Hetta hevur í hesum førinum sama týdning sum andstøða og samgonga. Av teimum ellivu í salinum eru átta partar av meirilutanum, og hini trý eru minnilutin.
Hetta setir eisini síni týðuligu spor í arbeiðið hjá býráðnum. Hóast teir hetta kvøldið vóru rættiliga samdir, tá samanum kom, so er hvør býráðsfundur ein lítil stríðsspurningur millum samgongu og andstøðu.
Fyri tað nógva er tað býráðsformaðurin, Jan Christiasen, ið tosar á fundunum. Eftir at hann hevur sagt sítt,tekur Leivur Hansen orðið, og tá Leivur skal siga okkurt, so er Jógvan Arge næstur í røðini. Soleiðis gongur ein vanligur býráðsfundur hjá Tórshavnar býráð. Serliga eftir rokeringarnar millum andstøðu og samgongu er tónin einki serligur á býráðsfundunum. Leivur Hansen nýtti eisini høvið til at markera hetta, tá hann helt, at Jan Christiansen var í so arogantur við sínum aftursvørum til serliga Jógvan Arge.
Spurningarnir hetta mánakvøldið vóru mest um ávísar upphæddir, har býráðslimir settu spurnartekin við nøgd og endamál. Ein broytingaruppskot er eisini frá minnilutanum, men sum vant veðrur hetta felt. Uppskotið snýr seg um eina meirjáttan til frítíðarskúlanum, so hesin eisini kann umfata 2. flokk.
Fíggjarætlanin er væl tugd í teimum ymsu nevndunum, og frástøðan er ikki so lang millum meiriluta og minniluta. Tá avtornar eru øll so mikið samd, at fíggarætlanin verður einmælt samtykt.

Tølini
Komandi ár javnvigar fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu við 438.468.000 kr., t.e. inntøkurnar verða mettar til at 438 mió, og harvið verða rakstrarútreiðslurnar og íløgur settar til sama talið.
Komandi ár verður skattaprosentið í Tórshavnar Kommunu óbroytt, 18,75%. Barnafrádrátturin hækkar við 500 kr. til 4.500 kr. Mett verður, at borgararnir í høvuðsstaðnum komandi árið rinda 434 mió. í skatti til kommununa. Greitt er, at Tórshavnar kommuna telist millum tær mest skjótt vaksandi kommununum í Føroyum. Fólkatalið liggur í løtuni eitt fitt petti omanfyri 18.000 borgarar.
Fíggjarætlanin fyri 2003 er nógv tann størsta fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu. Kreppuárini við vantandi íløgum, prísvøkstur og øktar lønarútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til, at fíggjarætlanin er voksin við 60 milliónum seinastu tvey árini
Við ársenda í 2003 verður lániskuldin hjá Tórshavnar kommunu 135 mió. Skuldin hjá Tórshavnar havn er tá vorðin 80 mió.

Barnaansingin dýrast
Hyggja vit eftir fíggarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, so er barnaansingin nógv tann størsta einkulta kontoin. 90,7 milliónir skulu komandi ár nýtast til raksturin av kommunalu dagrøktini. Afturat hesum standa 39 milliónir á íløguætlanini fyri 2003 oyramerktir til barnaansing.
Borgarstjórin gjørdi á býráðsfundinum greitt, at í 2003 verður tað barnaansingin, ið eigur fremstu raðfestingina. Í tráð við íløguloftið hjá kommununum verður størsta íløgan vekta við 50%, soleiðis at karmurin verður víðkaður nakað.
Frá Tórshavnar býráð frætta vit, at komandi ár verða ansingarstovnar tiknir í nýtslu við Løgmannabreyt, á Hamrinum á Argjum, í Kaldbak, í Kollafirði ? hesir rúma áleið 170 børnum.
Afturat hesum er ætlanir um at byggja tríggjar barnagarðar afturat, sum eftir ætlan kunnu hýsa 170 børnum. Á verandi bíðilista standa gott 250 børn, og við komandi byggingum verður tørvurin eftir ætlan nøktaður, tá valskeiðið er runnið, sigur borgarstjórin.
Í 2004 verða tað skúlarnir í høvuðsstaðnum, ið verða størsta íløgan hjá kommununi.

Meirkostnaður
Sum nevnt er hendan fíggjarætlanin nógv tann størsta, Tórshavnar kommunu hevur kunnað borðreitt við.
Á øllum økjum gerast útreiðslurnar størri. Eitt nú kostar fyrisitingin 36,3 milliónir krónur at reka.
Á íløguætlanini er ítrótturin hesaferð lágt raðfestur. Í øllum førum stendur bert ein hálv millión til ítróttin á íløguætlanini fyri komandi ár.
Borgarstjórin sigur í tíðindaskrivi, at AB á Argjum nú fær betri umstøður og verður einsamalt um felagshúsið. Ítróttarhøllina í Kollafirði er eingin peningur settur av til. Tað verður heldur eitt áhugafelag, sum skal standa fyri byggingini.

Landið við
Saman við fíggjarætlanini hjá kommununi varð eisini fíggjarætlanini fyri Tórshavnar havn eisini samtykt. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar havn javnvigar við 62,9 mió. Hetta umfatar so eisini íløgurnar. Størsta íløgan er í sambandi við nýggju Norrønu. Peningur er eisini settur av til nýggja Smyril, men her skal landið spæla við, um teir skulu nýtast, varð gjørt greitt á býráðsfundinum.
Eisini í sambandi við eldraøki varð víst á, at kommunan saknaði stuðul frá landinum. Tað snýr sum gomlu Marinustøðina, Tjarnargarður, sum skal nýtast til uppvenjing, men greitt er ikki, um landið fer at stuðla hesari verkætlanini. Tórshavnar kommuna kundi hugsað sær, at helmingurin av teimum 14 milliónunum gerast ein útreiðsla hjá landinum.