Barnaansingin er ein uppgáva

-ikki ein trupulleiki

Javnaðarflokkurin ynskir at broyta lógina um barnsburðarfarloyvi, soleiðis at møguligt verður at vera heima hjá barninum í tvey ár við løn. Kortini ásannar flokkurin, at farloyvi einans er 24 vikur í dag. Tí er fremsta málið í hesum býráðsvalskeiði, at arbeiða fyri 100% dekningi á barnaansingarøkinum, fyri børnum í aldurbólkinum _-9 ár.

Dagansingarskipanin skal útbyggjast, soleiðis at øllum er pláss í boði, um tørvur er á tí. Og um foreldrini hava serlig ynskir, so sum útibarnagarð ella bussbarnagarð, so skal valmøguleikin vera til har.


Somu sømdir til øll

Høvuðsendamálið við barnaansingarpolitikkinum má vera, at tryggja øllum borgarum somu sømdir. Eitt tilboð um pláss í tí stovni, sum foreldrini hava ynskt. Tað er blóðskeivt at einans nakrir borgarir skulu fáa valuta fyri skattapengarnar, meðan onnur vera sett á bíðilista, har tey kunnu koma at bíða í áravís. Tí, hvørjar treytir skulu fólk so uppfylla fyri at fáa eitt pláss í boði? Skulu tey vera kálvaknýggjað, hava rætta eftirnavnið ella vera fødd í január?

Øll gjalda skatt, og hava rætt til somu sømdir. Vit høvdu ikki lati okkum lynda, at staði í bíðirøð í fleiri ár, fyri at sloppi við einum býarbussi ella at læna á býarbókasavninum.

Vit hava tíverri vant okkum so nógv við, at tá vit veruliga hava tørv á valuta fyri skattapengarnar, so sum almennahjálp, barnaansing, bústað ella røktarpláss, so er tað ein sjálvfylgja at vit bíða. Men tað er skeivt, tí tá avgerð er tikin um at hava eitt tilboð til borgararnar, so skal hetta til-boð umfata øll.

Javnaðarflokkurin vil stríðast fyri, at býráðið viðurkennir sær sína ábyrgd í barnaansingarspurninginum og bindir seg til at veita øllum børnum eitt gott ansing-artilboð ? soleiðis at allir borgarar verða javnsettir. Her skal ikki bera til at skáka sær undan. Býráðið má seta tað av á fíggjarætlanini, sum krevst. Kommunal til-boð skulu ikki verða ein framíhjárættur hjá nøkrum útvaldum, men ein rættur hjá øllum borgarum.


Rigmor Dam,

valevni hjá Javnaðar-

flokkinum

til býráðsvalið í Havn