Í Klaksvíkar kommunu fer foreldragjaldið upp frá 1. apríl. Tað hækkar við nærum 200 krónum um mánaðin. Tað kemur fyrst og fremst av, at lønirnar fóru upp tann 1. mars, og so hevur dagrøktarumsitingin fingið játtan til ein námsfrøðing afturat.
Arbeiði við eftirlitinum við at børnini mennast á rættan hátt er vorðið ov nógv hjá bert einum at taka sær av, og tí hevur umsitingin nú fingið játtað at fáa eitt fólk afturat.
Sigrun Vágstún er dagrøktarleiðari í Klaksvíkar kommunu, og hon sigur, at við 120 børnum í skipanini er tørvurin á einum fólki afturat stórur.
Seinast gjaldið í Klaksvíkar kommunu fór upp var, tá dagrøktarnir skiftu fakfelag. Tær eru í dag limir í Starvsmannafelagnum, sum so hevur givið teimum ein heilt nýggjan sáttmála. Tað dýrkaði samstundis eisini ansingina tá, og nú hækkar gjaldið so enn einaferð.
Sigrun sigur, at tær kundu valt at bíða við hækkingini, men so hevði hon verið tað hægri, tí hædd skal takast fyri mánaðunum harímillum. Hon skilir væl, at summi foreldur eru ill inn á hækkingina, men hon vísir samstundis á, at dygdin eisini fer upp við gjaldinum.
? Foreldur rinda eisini fyri dygdina, sigur hon og vísir á, at flestu stovnar í Klaksvík eisini hava hækkað teirra gjald.
Sigrun greiðir frá, at tá dagrøktarnir fóru upp í Starvsmannafelagið betraði tann nýggi sáttmálin munandi um teirra arbeiðskor, og tað fegnast hon um.
? Eg haldi, at tað er avbera gott, at tær hava fingið betur kor, og at tær fáa eina betri løn. Tí at tað er eitt strævið arbeiði at vera dagrøktari, sigur Sigrun Vágstún.
Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum sigur millum annað, at tað er ikki loyvt einum dagrøktara at hava meira enn fýra børn undir trý ár. Eru øll oman fyri trý kann hon hava fimm. Men í til dømis Klaksvíkar kommunu leggja tey seg nú eftir, at børn undir trý ár verða í dagrøkt, og síðani fara tey í barnagarð, tá tey hava aldur til tað.
Sigrun ásannar, at tað hjá teimum, sum hava fleiri børn í ansing er ein stórur biti at gloypa, tá gjaldið fer upp. Serliga hesuferð, tí nú er tað farið upp bæði hjá stovnum og dagrøkt. Og ongin systkinaavsláttur er í Klaksvík sum er. Um hann kemur, tað veit dagrøktarleiðarin ikki at siga fyri vissu.
Hækkar aðrastaðni
Bæði í Fuglafjarðar og Runavíkar kommunu vænta tey, at gjaldið eisini fer at hækka. Dagrøktarleiðarin í Fuglafirði, Eyðgerð Petersen sigur, at gjaldið er ikki hækkað enn, men hon hevur frætt okkurt um, at dagrøktararnir møguliga fara at skifta til Starvsmannafelagið, og tað fer helst at merkja eina hækking í gjaldinum, sum í dag er 1.100 krónur um mánaðin.
Sama sigur leiðarin í Runavík, Olga Rasmussen. Hon væntar, at gjaldið fer at hækka seinni, tí at dagrøktararnir fara helst at skifta felag. Runavík og Skála eru saman, og á Skála eru dagrøktararnir limir í Starvsmannafelagnum.
? Eg vænti, at tær fara at skifta, tí tað hevði helst verið betur um allar vóru í sama felag, sigur Olga Rasmussen.
Í Tórshavnar kommunu hækkaði foreldragjaldið tann 1. januar í ár. Tað er nú 1.900 krónur um mánaðin fyri børn frá 0-3 ár í dagrøkt og 1.450 fyri børn eldri enn 3 ár. Vøggustovugjaldið í Tórshavnar kommunu er 2.400 krónur, og barnagarður kostar 1.500 krónur.
Dagrøktararnir í Tórshavnar kommunu eru limir í Starvsmannafelagnum, og tað hava tær verið í fleiri ár.
Somuleiðis hækkaði gjaldið í Tvøroyar kommunu 1.januar í ár. Leiðarin, Súsanna Poulsen, sigur, at tað varð gjørt, tí tey tóku hædd fyri komandi lønarhækkingum. Dagrøktararnir á Tvøroyri og Hvalba, sum eru saman, eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Súsanna hevur onki hoyrt um, at tær møguliga ætla at skifta til Starvsmannafelagið.