Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at raðfesta børnini høgt. Javnaðarflokkurin hevur í Klaksvíkar býráð arbeitt av øllum alvi fyri at tryggja at øll børn í kommununi fáa barnaansing.
Við nýggja útibarnagarð-inum, ið opnar í Haralds-sundi fyrst í januar 2004, eru vit væl á veg at røkka hesum málsetningi.
Øll foreldur vita, at tað er kostnaðarmikið at hava børnini í barnaansing. Eru børnini fleiri, er tað spurn-ingurin um arbeiðsinntøkan hjá øðrum av foreldrunum røkkir til meira enn útreiðslurnar til barnaansing. Hetta meta vit í Javnaðarflokkinum er ein skeiv gongd, tí vit arbeiða fyri at øll skulu hava javnbjóðis rættindi til barnaansing, tí má henda gongd steðgast !!
Javnaðarflokkurin vil eftir løgtingsvalið fáa lógina um barnaansing broytta, soleiðis at øll foreldur, ið hava tvey ella fleiri børn í ansing, fáa systskinaavsláttur.
Tað góða samfelagi hevur ein familjupolitik ið setir børnini í hásæti, vil tú eisini at okkara børn hava bestu korðini, so velir tú Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 20 januar.