Hetta er eisini ein treyt fyri, at foreldrini hava møguleika at luttaka í arbeiðslívinum, og at arbeiðsplássini í kommununi fáa neyðuga arbeiðsorku. Við øðrum orðum, ein býur, ein bygd ella kommuna, har alt hongur saman. Arbeiðspláss, arbeiðsmegi, úrtøkumøguleikar og trivnaður fyri yngri sum eldri.
At ein kommuna, sum Tórshavnar Kommuna, eigur at vera før fyri, bæði fíggjarliga og á annað hátt, at røkja hesa uppgávu, eigur at vera ein sjálvsagdur lutur. Men til tess krevst politiskur hugburður og realistiskar loysnir. Fíggjað av øktum vinniligum virksemi tá enn fleiri sleppa í vinnu.
Tórshavnar kommuna eigur at átaka sær hesa uppgávu og seta sær sum mál, at øll, sum ynskja sær og hava hesa tænastu fyri neyðini, skulu hava hendan møguleika. Barnaansingarstovnar eiga m.a. at vera ein heilt natúrligur partur av øllum útstykkingum kommununar. At ansingarmøguleikar standa børnum í boði, eigur at vera eins natúrligt sum tá tey fara í skúla.
Men tá hetta nú er ein kommunal uppgáva burturav krevst, at eisini aðrar kommunur í landinum seta sær somu mál og mið. Gera tær ikki tað, verður torført at loysa hendan trupulleika. Trupulleikin verður bert fluttur úr einari kommunu í aðra.
Hesi seinastu fýra árini eru útvegaði mong ansingarpláss, men bíðilistin er eins langur í dag sum hann var fyri fýra árum síðani, fyri ein stóran part orsaka av tilflytingini til Havnar.
Sjálvandi búsetast fólk har møguleikarnir eru, og merkir tað í hesum førinum, at kann eitt nú Tórshavnar Kommuna bjóða fólki bæði arbeiði og barnaansing, og aðrar kommunur ikki gera tað, skunda vit undir eina sera ógvusliga fráflyting av økjunum við teimum tørvandi tilboðunum til ta kommununa, sum kann bjóða fólki grundleggjandi tørvin, arbeiði og barnaansing. Ein gongd, sum hvørki tænir økjunum uttan fyri Havnina, og líka lítið høvuðsstaðnum sjálvum.
Er nøkur sum helst meining í øllum tosinum um bygdamenning, at fólk skulu hava arbeiðs- og trivnaðarmøguleikar úti um landið, er alneyðugt, at tílík tilboðstanda øllum borgarum landsins í boði. Uttan mun til hvar í landinum teir búgva.
Øll skulu vera hjartaliga vælkomin til Havnar. Men tað skal vera av fríum vilja, og ikki av neyð.
P.S.
Á frálíka fundinum mikukvøldið um barnaansing, sum Foreldrafelagið skipaði fyri, tóktist einki at vera ógjørligt at fáa pallborðsluttakararnar til. M.a. at hækka útreiðslurnar á fíggjarætlanini við í minsta lagi 15 milliónum um árið - einki problem, varð sagt.
Eg havi hug at taka býráðskollegar mínar upp á orðið. Hví bíða til eftir valið. Lat okkum handla nú, so síggja vit, hvat er veruleiki og hvat er valagn. Mín partur skal ikki liggja eftir.
Blíðar heilsanir
Tórfinn Smith,
býráðslimur