Gunnar Mohr
valevni til Tórshavnar býráð
Greinin, sum við greiðum orðum lýsur, hvussu út av lagi vánaligar umstøðurnar eru á barnaansingarøkinum í Tórshavnar Kommunu, kundi so ruddi-liga verði undirskrivað av hundraðtals foreldrum við børnum.
Í greinini verður nærri greitt frá ávísum viðurskiftum á umrødda øki: »Jánkaslig viðgerð«, »Ógreiðar upptøkutreytur«,
»Stovnspláss játtast uppá gjøt, »Um at tuska heim í býráði« o.s.fr.
Her má annað skinn takast um bak, eingin ivi um tað!
Undirritaði, sum havi játtað at lata meg uppstilla til býráðsvalið, eri sannførdur um, at tær skyldur, sum býráðið hevur mótvegis barnaansing og barnauppaling, eigur at verða høgt prioriteraðar. Ja, fyrsta prioritet saman við øðrum kommunalum skyldum, at stuðla børn, ung og gomul.
Sunnur politikkur í sunnum býi.










