Foreldrafelagið, felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, hevur sett sær fyri, at seta nøkur týðandi mál á politisku dagsskránna í sambandi við komandi løgtingsval.
Tí skipar foreldrafelagið fyri almennum pallborðsfundi mikudagin 30 januar kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Heitið á fundinum verður: "Barnaansing ? rættur ella krav?". Dentur verður lagdur á at lýsa tey krøv sum verða sett barnafamiljum, og tey rættindi, sum hesar hava í einum nýmótans samfelag, serstakliga í sambandi við barnaansing, skúlafrítíðarskipan og frítíð annars.
Hóast hesi øki eru sera týdningarmikil í gerandisdegnum hjá tí einstaka, og hóast tey eisini eru grundarsteinar í samfelagsbúskaparligum vøkstri, verða tey ikki tikin í álvara av landspolitisku myndugleikunum.
Foreldrafelagið heldur, at hesi øki eiga at verða raðfest hægri av landspolitikarum, ikki einans í politiska kjakinum, men eisini tá talan er um at gera nakað veruligt við hesi álvarsmál.










