Súni í Hjøllum
bygdaráðslimur
Skipanin, sum í dag kann hava hava upp til 80 børn í røkt, fekk betri umstøður, tá ið spælistovan kom í gamla B68-húsinum fyri útvið tveimum árum síðan. Harafturat hava Runavíkar kommuna og Nes kommuna fyri stuttum gjørt samstarvsavtalu um at leiga eini hús í Rókini í Saltnesi, har børn, sum eru í dagrøkt og hava serligan tørv, kunnu verða ansaði.
Seinastu tíðina hevur verið trupult at fáa dagrøktarar at støðast. Tað hevur tí verið sera trupult at nøkta verandi ansingartørv, og harafturat er tað so at siga ómøguligt at fáa nýggj børn í dagrøkt.
Núsitandi bygdaráð hevur tí samtykt at kanna, um dagrøktin eigur at verða umskipað. Í løtuni verður kannað hvørjir møguleikar eru, og hvat kostnaðurin verður fyri kommunu og foreldur.
Undirritaði er fyri at gera eina umskipan, um tað er neyðugt, og um tað er fíggjarliga møguligt, men tað eigur at verða eitt ófrávíkiligt krav, at verandi skipan verður eftirmett, og at foreldur fáa høvi at siga sína hugsan um eina møguliga nýggja skipan.
Vónandi ber til at fáa eina trygga og varandi loysn.









