Barnaansing komin í fasta legu

Fyri nøkrum árum síðani var eitt ræðuligt stríð hjá kommunum kring alt landið at nøkta barnaansingartørvin. Tann trupulleikin er loystur nógvastaðni í dag ? um enn ikki allastaðni. Samskiparin av barnaasningini í Klaksvíkar kommunu sigur, at í dag tykist barnaansingin at vera komin í eina fasta legu

Klaksvík:
Barnaansingartrupulleikin er ikki so stórur í dag, sum hann hevur verið. Fleiri kommunur hava als ongan bíðilista, og øsingin millum foreldur um ikki at hava fingið teirra barn í ansing tykist at vera heilt burtur.
Tó er tað nú ikki soleiðis, at tað als ongir bíðilistar eru í landinum. Í Klaksvíkar kommunu er ansingartørvurin ikki 100 % nøktaður ? men tað ikki restar so nógv í longur.
Jórun Niclasen, samskipari av barnaansingini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at seinast listin varð gjørdur upp, stóðu millum 50 og 60 børn á bíðilista.
Hon sigur, at í og við at barnaansingin nú er komin í eina fasta legu, er tað vorðið munandi lættari at umsita hana. Umframt at dagrøktarskipanin í kommununi nú hevur fingið ein skrivara afturat, sum eisini lættir nógv um nógvu umsitingina, sum barnaansingarøkið hevur við sær.

Yngri børn
Tørvurin á ansing í Klaksvík er størstur millum barnagarðsbørnini. Jórun sigur, at tað eru fleiri størri børn, sum eru komin í barnagarðsaldur, sum ganga í dagrøkt. Hetta er als ikki nøktandi, men soleiðis sum støðan er viðvíkjandi barnagørðum í Klaksvík í dag, kann tað ikki vera øðrvísi.
Ljós er tó fyri framman. Talið á ansingarplássum vaks ikki í fjør, men Klaksvíkar kommuna hevur í umbúnað at byggja ein nýggjan ansingarstovn í nýggja býlinginum undir Grashjalla. Har er so ætlanin, at 40 barnagarðspláss skulu vera fyri netupp at nøkta tann tørvin.
Jórun Niclasen sigur tó, at tað standa ongi stór børn á bíðilistanum í dag.
? Børnini á bíðilistanum í dag eru øll farin um hálvt árs aldur, og tað vil siga, at tey kunnu sleppa í ansing, men tað standa ongi stór børn og bíða, sigur hon.
Ein frítíðarskúli er í Klaksvíkar kommunu, og har er ongin bíðilisti.