Men undir farnu samgonguni eydnaðist tað at koma til botns í hesum trupulleikanum, soleiðis at bíðilistin kom niður á 0.
Eitt yvirlit frá Tórshavnar kommunu vísir, at íalt eru seks sløg av tilboðum til barnaansingina, umframt ta kommunalu dagrøktina. Í hesi barnaansingini eru íalt 2.028 børn.
Í Havn eru í dag 18 vøggustovur, 22 barnagarðar, tveir útibarnagarðar, átta býlingshús, tvey frítíðarheim og sjey frítíðarskúlar, samstundis sum 120 børn eru knýtt at kommunalu dagrøktini.