Klaksvík:
Tað er ikki stuttligt at vera foreldur í Klaksvíkar Kommunu, um tú eftir farloyvi skalt aftur til arbeiðis, tí tørvurin á ansingarplássum er sera stórur, og ongin loysn tykist at vera í eygsjón.
Tað verður arbeitt við at gera ein útibarnagarð úti í Grøv, sum eftir ætlan letur dyrnar upp í august. Hesin útibarnagarður er til tey elstu børnini á bíðilistanum og tey elstu børnini í dagrøktarskipanini. Hetta verður sjálvandi gjørt fyri at fáa tey børnini, sum hava staðið longst á listanum á stovn. Og alt gott um tað. Víðari ger tað so, at tað verða nøkur pláss tóm hjá dagrøktarunum, men fleiri foreldur hava longu nú fingið at vita, at teirra barn kortini ikki sleppur inn fyrr enn august næsta ár. Til ta tíð eru børnini blivin tvey ár ella eru líka við at fylla. Sostatt er bíðitíðin hjá summum upp til tvey ár. Meðan hon hjá øðrum er nógv styttri.
Tað er ilt at siga, hvussu børnini verða "vald". Summi foreldur siga, at tá tey hava spurt seg fyri, so verður sagt frá dagrøktarskipanini í Klaksvík, at tað verður gingið beint eftir bíðilistanum, meðan onnur siga, at tey hava fingið at vita, at tað verður fyrst hugt eftir tørvinum hjá stovninum, dagrøktarunum og í einstøkum førum hjá foreldrunum. Tað vil siga, um tað skal verða ein genta ella drongur og í hvørjum aldri, tey skulu vera í.
Fáa onki at vita
Summi foreldur, sum Sosialurin hevur tosað við, fílast á, at tey ikki fáa nakað at vita. Tey siga, at tey hava spurt og spurt, men tað verður bert tosað tær eftir munninum, og onki hendir.
Nógvar søgur ganga eisini um, hvussu ein eigur at gera fyri at fáa barn sítt inn. Onkur siga, at man skal tosa við stórum bókstavum og skrva brøv, tosa við politikarar og gera vart við seg allatíðina, meðan onnur siga, at júst slíkur atburður gevur baksláttur ? at um tú sum foreldur rópar ov hart, so verður barn títt sett aftur um á listanum. Ivasamt er í øllum førum um, hvussu nógv er í hesum, tí slatur er altíð nóg mikið av.
Onkur foreldur hava sum sagt tosað við fleiri politikarar. Ein av teimum hevur úttalað seg um, at úti við ein triðingur av børnunum í kommunalu ansingarskipanini eru komin inn gjøgnum sosialu deild. Tað vil siga frá barnaverndarnevndini.
- Um hetta er so, hava vit ein álvarsligan trupulleika í Klaksvík, ella gera fólk sær dælt av barnaverndini, halda foreldur, sum ikki fáa teirra barn inn á stovn í ár.
Summi foreldur eru heilt illa fyri, og annar parturin má so vera heima, inn til barnið sleppur inn. Nógv finna sær aðrar loysnir, men tað er ongin loyna, at tað tryggasta er eitt ansingarpláss innan fyri kommunalu skipanina. Um ein dagrøktari eitt nú gerst sjúk ella má hava frí, so veitir dagrøktin eitt annað pláss til títt barn at vera í, meðan hin er burtur. Men tað er tað so ongin trygd fyri, um ikki barnið er undir kommunalari ansing. Tað er eisini dýrari at hava privata dagrøkt, um tað kann kallast so.
Rættvíst og trúverdugt
Sigrun Vágstún , dagrøktar leiðari í Klaksvíkar Kommunu, skilir væl foreldrini, at tey eru um at ganga frá verðini, tí tey ikki fáa sítt barn inn.
- Men eg kann bara siga, at vit gera tað, vit kunnu og tað er sera torført, tá tað ikki eru fleiri pláss enn tað sama.
Í viðmerking til, um tað verður gingið eftir bíðilistanum ella ikki, sigur Sigrun, at tað finnast upptøkureglar, sum gingið verður eftir, tá eitt barn skal inn.
- Nú kann eg einans tosa fyri dagrøktina, men tá ein dagrøktari manglar eitt barn, so hyggi eg eftir, hvat fyri bólk av børnum hon hevur frammanundan, og so verður tað nýggja barnið valt út eftir teimum kriteriunum. Tí tað er givið, at tað er jú barnið tað snýr seg um, og so má man gera alt fyri at vissa sær, at hetta barnið kemur at trívast í dagrøktini.
Tá eg so havi funnið út av hvønn aldursbólk hetta barnið skal hoyra til, so sigi eg samskiparanum av bíðilistanum frá, at eg til dømis mangli ein drong frá oktobur 2000. So fer hon í bíðilistan og tann fyrsti drongurin, sum líkur hesi kriteriur á bíðilistanum sleppur so inn, greiðir Sigrun frá.
- So gingið verður so at siga eftir bíðilistanum. Bara soleiðis at skilja, at tað verður gjørt í samráð við stovn ella dagrøktara. Og so sleppur tað barnið inn, sum hevur tørn. Men um nú heilsusystirin ella barnaverndin heitir á okkum, um at loyva einum barni inn, orsakað av at vælferðin hjá tí er hótt ella líknandi, so taka vit sjálvandi tað til eftirtektar, sigur Sigrun, sum tó ikki hevur nakað innlit í, hvussu stórur partur av børnunum, sum eru í skipanini eru komin undir ansing gjøgnum sosialu deild.
- Vit royna í øllum førum at gera okkara arbeiði soleiðis, at tað skal kunna vera rættvíst og trúverdugt, sigur Sigrun, sum vísir á, at tað er komið meiri enn so fyri, at tey børn, sum eru sloppin inn, uttan at tað hevur verið tikið atlit til, hvat fyri børn eru í dagrøktini frammanundan, ikki trívast, har tey eru.
- Og hvat hendir so? So koma foreldrini aftur, tí tað riggar ikki, har barnið er, og so eru vit í somu støðu aftur ? um ikki verri, heldur Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðari í Klaksvíkar Kommunu.










