Sjálvur segði eg, at Skopunar Kommuna nøktaði tørvin hvat barnaansing viðvíkti.
Her kann eg so siga, at eg tók munnin ov fullan. Tí tað hava verið tíðir, har vit hava verið noydd at skriva undir, sum flest aðrar kommunur. Hetta vit tosa um er í 2002.
Eg kann nevna nakrar kommunur sum hava verið noyddar til tað sama:
Tórshavnar kommuna: 4,3 mill.kr.
Sands kommuna: 244.000 kr.
Klaksvíkar kommuna: 943.000 kr.
Runavíkar kommuna: 454.000 kr.
Vágs kommuna: 248.000 kr.
Skopunar kommuna: 194.000 kr.
Hvalvíkar kommuna: 24.000 kr.
Tað tykist mær, at nú skal tú næstan forfylgjast, grundað á at tú torir at siga nakað ímóti tí almenna.
Almannastjórin hevur verið frammi við peikifingrinum. Síðan kemur landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu sjálvur fram í Útvarp Føroya og tosar um at kanna hvar feilirnir liggja, og metur at hetta má vera feilur hjá kommununum. Og enntá fer so langt at tosa um svik, vælsignaður maður slappa av.
Hatta nýtist Páll á Reynatúgvu ikki at gera burtur úr hesum máli.
Hann var sjálvur borgarstjóri á Sandi í 2002. Har eru 244.000 kr. bókaðar. Men hann hevur sæð sær hetta sum ein politiskan fyrimun, við at leggja soleiðis út. (Harmiligt av einum landsstýrismanni).
So vil eg siga nakað um tað eg bleiv spurdur um av Útvarp Føroya. Har var eg spurdur um hetta við væntandi barnaansing. Har segði eg púra greitt, at vit høvdu undirskrivða, men kundu iki útgreina tað vegna mína tagnarskyldu, bæði sum borgarstjóri og sum limur í Barnaverndar-nevndini.
So eg metti, at Almannastovan kundi tosa við meg, so kundu vit fáa tað uppá pláss, tí eg meti Skopunar Kommunu og Almannastovuna hava eitt fyrimyndarligt samstarv. Nettup í tí, sum vit kalla Spælistovan. Har hava fólk frá Almannastovuni gingið upp í arbeiðið við lív og sál.
So Páll á Reynatúgvu, nú tú er so illa mannaður úti í Almannaráðnum, so haldi eg ikki at tú skal stríðast við hetta.
Eisini vil eg siga, at tú ert hjartaliga vælkomin at tosa við meg um tingini.
Annars trúði eg, at landsstýrismaðurin í farloyvi frá kommunalpolitikki, var so heilt ótrúliga heitur fyri at gott samstarv var í millum bygdin, men atlíkavæl altíð klárur at dýrka ósemju.
Annars gleðist eg um, at fokus er sett á millum annað barnaansingina. Har liggur í hvørfall ikki okkara partur eftir í Skopunar kommunu.
Eg kundi ynskt, at vit fingu sett fokus á barnaskúlabygging eisini.