Barnaútvarpið hjá Kringvarpinum hevur vunnið tvær triðju virðislønir á Nordisk Barnemedie Festival. Tað skrivar kringvarpið á síni heimasíðu.
Tað er barnaútvarpskvinnan Elin á Rógvi, ið hevur fingið báðar virðislønirnar, sum vóru latnar á festivalinum fyri public service støðir í norðurlondum.
Onnur virðislønin var fyri jólakalendaran í fjør ?Eg sá ein eingi?. Hin var fyri eitt útvarpsinnslag um pengar, har hon hevði samrøðu við Kára Petersen, búskaparfrøðing, skrivar kringvarpið.