Barnaútvarp á ferð við spurnarkapping

Í løtuni er manning úr Barnaútvarpinum á ferð. Orsøkin er, at kappingin, har 4. flokkar í landinum kappast, er í gongd

Kappingin í Barnaútvarpinum er nú í gongd, har nakrir 4. flokkar í landinum, sum vunnu luttøku við lutakasti, dystast.
Manningin í Barnaútvarpinum er nú á ferð kring landið og týsdagin stóð dysturin millum 4. flokkarnar á Tvøroyri og í Vági. Sendingarnar við kappingunum fara tó ikki í luftina enn. Sent verður nevniliga leygardagarnar millum páskir og hvítusunnu.
Úrslitið er tí heldur ikki alment, men vil ein fylgja við, so er at lurta eftir Barnaútvarpinum, Kringluni, leygardagarnar millum páskir og hvítusunnu – allar dagar klokkan 10:15.
Vinnandi flokkurin vinnur ferð við Norrønu til Skotlands.