Barnaárini vórðu merkt av drykkjuskapi, sviki og happing.
Og nú stendur hann í Føroya Rætti, skuldsettur fyri drápsroynd.
Alla vikuna hevur eitt nevningating í Føroya Rætti viðgjørt eitt mál, har ein maður er ákærdur fyri at hava roynt dripið ein annan mann, eftir at hann breyt seg inn á mannin, útgjørdur við einum longum reipi, einum dunki við einum sjatti av bensini í og eini øks.
Fútin sigur, at ætlanin var at seta eld á mannin, at geva honum øksina í høvdið og at brenna húsini niður.
Maðurin noktar seg sekan. Hann heldur fast við, at hann ætlaði ongan at drepa og onki at brenna.
Einasta endamálið var at ræða mannin, tí leysasøgur gingu um, at hann var barnalokkari.
Tí ætlaði hann at seta eld á dýnuna hjá honum og síðani at vekja hann og biðja hann halda seg frá smágentum.
Men eldurin skuldi ikki vera størri enn so, enn at hann kundi køvast aftur við at falda dýnuna saman og kvæla eldin.
Øksina og reipið hevði hann bara við fyri at síggja so øgiligur út, at ongin skuldi tora at binda ann við hann, skuldi hann møtt onkrum.
Drykkjuskapur og happing
Men undir rættarmálinum royndi verjin at finna eina forkláring uppá, hví tað kundi koma so langt, at tann ákærdi kundi fáa seg til at bróta inn á sovandi mann við bensini við teirri ætlar at festa í dýnuna hjá honum.
Í hesum sambandi varð tann ákæri spurdur um, hvussu hansara uppvøkstur hevði verið.
Og tað var ikki tann lukkuligasti barndómurin, hann hevði at siga frá, tí barnaárini høvdu verið alt annað enn trygg og fjálg. Tvørturímóti vóru tey merkt av umsorganarsviki, drykkjuskapi og hjúnarskilnaði.
Bæði mamman og pápin høvdu drukkið illa. Hartil var pápin sjáldan heima og longu tá ið hann var smádrongur, skiltust foreldrini.
Tí flutti hann til eina skyldkonu at búgva. Hann flutti stutt eftir, men flutti skjótt aftur til skyldkonuna at búgva.
Hann gekk sjálvandi eisini í skúla, men skúlaárini høvdu verið líka ólukkulig, sum uppvøksturin annars.
Tann ákærdi greiddi frá, at hann hevði verið so illa happaður í skúlanum, at tær bestu løturnar hevði hann, tá ið hann var drigin inn á skrivstovuna hjá skúlastjóranum.
Ballaðist fyri 20.000 krónur
Longu 12-13 ára gamal fór hann eisini sjálvur at drekka og stutt eftir var bæði hassj og onnur rúsevni vanligur kostur hjá honum, bæði kokain, ecstasy, amfetamin og onnur rúsevni.
Tað var eisini vanligt hjá teimum at taka alskyns sløg av heilivági fyri at fáa øl og brennivín at virka betri.
Tá ið hann var vaksin, fór hann í læru og tað gekk gott í fyrstuni, men tá ið nakrir mánaðir vóru farnir, fór hann at forsøma so illa, at hann gavst.
Hann hevði síðani verið á sjónum men tá ið hann kom heim síðsta summar, var hann farin rættiliga at ballast.
Upp á eina góða viku, hevði hann ballast fyri slakar 20.000 krónur, men tað var bara ein partur av rokningini, tí teir, hann hevði ballast saman við, høvdu eisini goldið sín part.
Hann upplýsti eisini fyri rættinum, at hann ongantíð revsaður áður fyri harðskap og hann var heldur ikki vanur at berjast.
Hann endurtók, at ætlanin hevði bara verið at ræða mannin, hann breyt seg inn á.
Hann varð settur í varðhaldið um náttina, men tá ið hann vaknaði aftur, ætlaði hann sær at sleppa út aftur, tí hann skuldi lukkast við einum bussi hjá bygdaleiðum.
Hann segði, at hann varð rættiliga skelkaður, tá ið hann fekk at vita frá løgregluni, at tað var so heilt avgjørt, at hann ikki slapp út aftur enn á sinni, tí hann var ákærdur fyri drápsroynd.
Tann ákærdi hevur eisini verið til sálarfrøðiligar kanningar og har varð staðfest, at hann er egnaður at verða revsaður.
Men tað varð eisini staðfest, at hann hevði kensluligar trupulleikar og at hann hevði lyndi til ikki at hugsa seg um, áðrenn hann handlaði og at tað kundi vera tórført hjá honum at hava tamarhald á sær sjálvum, serliga í spentum støðum.
MYND
Føroya Rættur er hesa vikuna karmur um eitt álvarsmál, har ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at drepa ein annan mann á ræðuligan hátt









