Í morgin vitjar barna- og ungdómspsykiatriska privathospitalið »Hejmdal« á Tvøroyri. Og klokkan 14 hava Jan Samuelsen og Torsten Warren, báðir psykiatarar, almenna framløgu á Seglloftinum.
Teir báðir vitja Tvøroyrar kommunu. Hejmdal er eitt professionelt og serútbúgvið toymi, sum bjóðar útgreining og viðgerð av børnum og ungum við sálarligum trupuleikum og/ella sjúkum. Sjúkrahúsið leggur dent á tíðliga, nágreiniliga og støðuga handling, sum hevur fokus á at betra um virkisføri hjá barninum ella tí unga og at fyribyrgja afturstig.
Hejmdal er eitt sjúkrahús við servitan innanfyri fylgjandi sjúkum:
- ADHD
- Infantil autisma
- Aspergers syndrom
- Anoreksi og onnur sløg av etingarólag
- Tourettes syndrom
- Tunglyndi
- Sjálvskaðandi atburð, t.d. cutting
- Psykosur
- OCD (tvingsilsatburð)
- Sjálvmorðsroyndir
- Atburðarórógv
- Kreppuatburð
- Kriminalitetshótt ung
Sjúkrahúsið hevur eisini samband við aðrar serlæknar og sálarfrøðingar, sum hava aðra servitan, enn omanfyri nevnda.
Sjúkrahúsið tekur ímóti sjúklingum frá 2 til 23 ár til ambulantar kanningar, útgreining og viðgerð.
Hejmdal hevur ætlanir um at bjóða teirra tænastur fram til bæði einstaklingar og almennar og privatar stovnar í Føroyum og at vera í Føroyum tríggjar til fýra ferðir um árið.
Í Danmark hevur Hejmdal tætt samstarv við sosialar mynduleikar, skúlar, stovanar o.s.fr, sigur Sosiala Deild hjá Tvøroyrar kommunu.









